Vinna í trupulleikum

Oddagrein:

Helvtin av djúvatnsflotanum liggur, og støðan í Suðuroy er nærmast katastrofal. Hesar vóru tvær av yvirskriftum okkara í gjár, og tykjast tær boða mestsum frá búskaparligum ófrættum. Á Tvøroyri liggja fýra skip antin orsakað av manningartroti, ella tí raskturin ikki hongur saman, og støðan í Vági er heldur ikki tann besta. Sum kunnugt er nógvir djúpvatnstrolararar í Suðuroy, og tí er oyggin meint rakt av teimum trupulleikum, sum alt meria eyðkenna partar av fiskivinnuni. Støðan er soleiðis, at helvtin av flotanum í Suðuroy liggur, og hin helvtin siglir undirmannað. Í Havn liggja Kalsevni, Grímur Kamban og Eydna, sum er fyrrverandi Vesturvarði. Summi av hesum skipum liggja, tí ymiskar ábøtur eru ella verða gjørdar, onnur tí tað gongur illa at fáa fólk, og í triðja lagi liggja djúpvatnstrolarar, tí tað loysir seg ikki at byrja nýggjan túr. Týðandi partur av fiskivinnuni er sostatt í trupulleikum.

 

Vit hava áður her í blaðnum skrivað um trupulleikarnar hjá pørtum av skipaflotanum at fáa samanhang í raksturin orsakað av methøgu oljuprísunum. Í gjár greiddi reiðari í Havn frá, hvussu raksturin djúpvatnstrolarunum sær út, og tað skal ikki nógv hugflog til at skilja, at her hongur ikki saman við galdandi oljuprísum. Ein annar trupulleiki er sjálvsagt, at fiskaprísirnir ikki hækka samsvarandi oljuprísunum, og so er ein meginforteytin fyri sunnum rakstri burtur. Sama reiðari vísir á, at matvøruprísirnir nú hækka um allan heim, men at hetta rákið ikki enn fevnir um fisk og fiskaúrdráttir. Síggja vit fiskaprísirnar í søguligum høpi, so kann tó roknast við, at hesir prísir eisini fara at hækka eins og allir aðir matvøruprísir í heiminum.

 

Samatikið eru sostatt tríggjar meginorsakir til trupulleikarnar hjá serstakliga djúpvatnstrolarunum: manningartrot, oljuprísir og fiskaprísir. Í teimum døgum, tá Føroyar mestsum vóru skipaðar við planbúskapi, høvdu landsins myndugleikar alt fyri eitt lagt seg út í hesa kreppukendu støðu. Helst høvdu studningslógir verði samtyktar út frá tí sjónarmiði, at vinnan skal ganga fyri einhvønn prís. Men nú hava Føroyar marknaðarbúskap, og tað er mestsum ein átrúnaðarspurningur, at vinnan sjálv skal loysa sínar trupulleikar. Men hetta, at tær frælsu marknaðarkreftirnar ráða einsamallar, merkir vanliga ikki, at eitt land als ongan vinnupolitikk hevur, tá tað kemur til trupulleikar í ávísum vinnugreinum. Fiskivinnan hevur stórar bygnaðarligar trupulleikar, og arbeitt verður við nýggjari veiðilóggávu, sum m. a. skal tryggja ein burðadygga vinnu. Hetta arbeiðið hevur skund. Myndugleikarnir sleppa neyvan undan samstundis at líta at allari vinnuni sum eina heild, tí trupulleikarnir á landi eru ikki minni enn á sjógvi. Uttan mun til, hvat úrslitið verður, slepst neyvan undan tiltøkum, sum allir partar fara at merkja.