- Tað er ein tragisk støða, sum Fiskavirking er komin í, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur enn ikki viðgjørt støðuna hjá Fiskavirking, og tí hevur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, ikki so nógvar viðmerking til, hvat henda skal við Fiskavirking.
- Støðan er so nýggj, og nú mugu vit síggja, hvussu støðan útviklast. Men vit harmast sjálvsagt støðuna. Hetta er størsta arbeiðspláss í landinum, og tú hevur tað ógvuliga óhepnar avleiðingar fyri nógv fólk, sigur Marita Rasmussen.
Lesið eisini:
Ólukkurnar komu sum perlur á snóri
Landið fer ikki at blanda seg uppí
Ófrættakend støða hjá Faroe Seafood