Sum vit søgdu í farnu viku, so vann B71 kappingina í 3. deild við sigri á B36. Ta ferðina eydnaðist okkum ikki at fáa myndina av liðnum, men nú er hendan so komin. Á liðnum seinasta leygardag vóru standandi frá vinstru: Jónsvein Bærentsen, Ebbe Kristin Thomsen, Jógvan Vest, Símin Jensen, Kristoffur Vidtfeldt, Julian Thomsen, Torbjørn Jensen(venjari), Eli Hentze og Johannes Jensen. Húkandi eru Hans Hildibjart Winther, Ásmund Zachariassen, Jón Koytu Petersen, Petur Petersen, Hendrik Juul, Kári Sørensen(leikandi venjari), Meinhard Winther.