Vinnararnir av skrivikappingini eru funnir

Árliga skrivikappingin í Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu er komin at enda

Skipað verður fyri skrivikapping á hvørjum ári á mentanarvikuni í Runavíkar kommunu. Í ár varð kappast í at skriva monologar. Monologar eru einarøður, ofta tankar ella hugleiðingar. Tekstirnir skuldu vera í mesta lagi 1200 orð.

 

Bókasavnið við Løkin skrivar, at teir tríggir vinnararnir vórðu kunngjørdir á bókasavninum í gjár.

1. vinnari er Svanna Jákupsdóttir við monologinum Stovnsrøkt

2. vinnari er Eydna Skaale við monologinum 02-07

Serstøka virðislønin til ungt fólk fór til Katrin Rannváardóttir Reistrup við monologinum Spegl, spegl…

 

Fyrsta virðislønin var 8000 krónur. Onnur virðislønin 6000 krónur. Virðislønin til ungt fólk sum vísir serlig evni er 6000 krónur.


Bókasavnið ynskir teimum trimum hjartaliga til lukku við avrikinum, og takkar teimum gott 60 fólkunum sum góvu sítt íkast til skrivikappingina.