Hinvegin vunnu Bogi Løkin og Frem, sum kortini flyta niður í triðbestu donsku fótbóltsdeildina. Hetta gjørdist greitt fyri fleiri vikum síðani.
Atli Danielsen og teir høvdu heimavøll, men taptu kortini 1-3 fyri Skive. Talan var um ein hendingaríkan og javnan dyst, har gestirnir vóru nakað neyvari enn Atli Danielsen og liðfelagar hansara.
Úrslitið merkir, at FC Roskilde endar sum nummar 11 í deildini. Tilsamans vunnu teir níggju ferðir, seks ferðir spældu teir javnt og 15 ferðir tapti liðið. FC Roskilde endaði trý stig omanfyri niðurflytingarmarkið, og sostatt eru teir ? hóast tapið í dag ? at meta sum vinnarar í botnstríðnum.
Øðrvísi var við Frem. Teir vunnu 2-1 á heimavølli móti oddaliðnum AC Horsens. Men hóast tað eydnaðist at koppa vinnaranum av deildini á seinasta leikdegi, so var fyri fleiri vikum síðani greitt, at Frem hevði spilt sínar kjansir.
Bogi Løkin fekk seinastu løtuna á vøllinum í dag, men hevur eins og liðfelagarnir Andreas Lava Olsen og Jónas Þór og kappingarneytin Atli Danielsen, við hesum fingið summarfrí.