Vinnarnir funnir í borðtennis

Nú eru vinnararnir í teimum ymsu Grand Prix kappingunum í borðtennis funnir

Borðtennis

Fimta og seinasta umfar í árligu Grand Prix kappingini í borðtennis varð avgreitt í Havn um vikuskiftið.
Um 80 leikarar í 11 deildum kappaðust allan leygardagin í Eysturskúlanum.
Spenningurin var í hásæti í høllini, har foreldur og kenningar vóru møtt at stuðla sínum nærmastu. Klokkkan var næstan eitt, áðrenn teir fyrstu fimm bólkarnir vóru lidnir, men enn kundi samlaða støðan ikki teljast upp, tí fyrst máttu teir síðstu seks bólkarnar eisini avgreiðast. Um fýra tíðina var so klárt at gera støðuna upp og vóru tá fleiri stórar broytingar í samlaðu støðuni.

Tey yngstu
Hjá smápinkunum og smápiltunum gjørdist eingin broyting eftir 5. umfar, har ávíkavist Anna Mikkjalsdóttur og Hans Jón Jacobsen bæði úr TBF vunnu.
Har afturímóti gjørdist meira spenningur í pinku- og piltadeildini. Hjá pinkunum kappaðust tvøragenturnar Marin Brattalíð og Birita Mortensen um 1. plássið og gjørdist endin tann, at Marin vann við 12 stigum meira enn Birtia. Nr. 3 gjørdist Sára Hentze eisini úr TBF.
Hjá piltunum var undan seinasta umfarið avgreitt at Rasmus Potts og Heini Mortensen gjørdist ávíkavist nr. 1 og 2, meðan meira spenningur var um hvør skuldi gerast nr. 3. Eftir 4. umfar var Mattias Mortensen á 3. plássið, 10 stig framman fyri Patrikk Johannesen, men eftir at Patrikk endaði trý pláss frammanfyri Mattias í dagsins umfari, so fekk Patrikk bronsu við sínum samlaðu 610 stigum, meðan Mattias fekk 600 og endaði tí á einum 4. plássi.

Spennandi endi
Í smádreingjadeildini vóru tríggir teir fremstu longu funnir, men serligur spenningur var enn um, hvør í skuldi endað á 1. plássið. Gilli Sørensen og Fróði Jensen úr TBF kundi báðir undan hesum umfarinum vinna gull, men treytin fyri Gill var, at hann endaði átta pláss framman fyri Fróða í dagsins umfarið. Hetta mundi eydnast honum, men gjørdist tó akkurát tvey pláss ov stuttur og tí mátti hann taka til takkar við silvurinum, meðan Fróði fekk gull og Hugin Albinus bronsu.
Hjá smágentunum var spenningurin ikki tann stóri, tí um Rakul Mikkjlasdóttur skuldi hava nakran sum helst møguleika at vinna deildina, so skuldi hon hava 70 stig fleiri enn Sheila Strøm í dag. Hetta vildi Sheila tó øðrvísi og megnaði hon at halda ein avstand uppá bert 10 stig. Tískil gjørdist Sheila vinnari hjá smágentunum við 1200 stigum, meðan Rakul fekk silvur við 1110 stigum.

Avgerðin var fallin
Í gentu- og dreingjadeildini vóru næstan allar plaseringarnar avgreiddar áðrenn 5. umfar og tí var ikki tann stóri spenningurin har. Tó kundu bæði Hallur Thorsteinsson úr Tór og Sjúrður Ferjá úr TBF røkka einum 3. plássi í dreingjadeildini. Men av tí at Hallur fekk eitt 2. pláss í dag, so streyk hann avstað við bronsuni, við at fara 20 stig frammum Sjúrð í samlaðu kappingini. Hjá Gentunum endaði Susi Midjord nr. 1, Joan Thomasen nr. 2 og Svanna Mortensen nr. 3.
Í meistaradeildini var heldur ikki tann heilt stóri spenningurin í, men tó hevði Fríði Jensen úr TBF, enn ein teoretiskan møguleika at stjala gullið frá Peturi Niclasen úr Tór. Um so var at Fríði skuldi gera sær nakra vón um at vinna samlaðu Grand Prix kappingina í ár, so skuldi hann vinna kappingina í dag, meðan Petur skuldi enda á einum 4. plássið. Men hetta var næstan óhugsandi, eftir at Petur í ár hevur vunnið heili trý av fýra umførum, sum hann hevur luttikið í. Og so var, Petur vann enn eitt umfar, meðan Fríði bert bleiv nr. tvey og tískil rakk hetta bert til eitt silvurheiðursmerki. Bronsu fekk Vagnur Nolsøe úr TBF.

Uttanlands at kappast
Eftir kappingina vóru steyp latin til nr. 1, 2 og 3 í hvørjari deild og vóru hesi eisini boðin til Danmarkar at luttaka í Brøndby Cup, sum verður í døgunum 18. og 19. mars. BTSF hevur gjørtav á hvørjum ári at senda trý tey fremstu í Grand Prix kappingini at luttaka í alttjóða kapping uttanlands. Hetta verður mett at verða ein eyka gularót til leikararnar, og vónar BTSF at síggja enn størri kapping um heiðursmerkjaplássini í Grand Prix kappingini til komandi ár.
Næsta kappingin, ið BTSF skipar fyri er FM fyri yngri deildir, sum verður í ítróttarhøllini í Trongisvági 24. og 25. mars.

Fakta

Endaliga støðan í Grand Prix kappingini í borðtennis 2005/2006

Smápinkur
1. Anna Mikkjalsdóttur, TBF - 330 stig
2. Durita Jensen, TBF - 270 stig
3. Lív Øster, TBF - 264 stig

Smápiltar
1. Hans Jón Jacobsen, TBF - 330 stig
2. Eyðfinnur Jensen, Royn - 286 stig
3. David Mortensen, TBF - 230 stig

Pinkur
1. Marin Brattalíð, TBF - 364 stig
2. Birita Mortensen, TBF - 348 Stig
3. Sára Hentze, TBF - 294 Stig

Piltar
1. Rasmus Potts, TBF - 920 stig
2. Heini Mortensen, TBF - 750 stig
3. Patrikk Johannesen, TBF - 610 stig

Smágentur
1. Sheila Strøm, TBF - 1200 stig
2. Rakul Mikkjalsdóttur, TBF - 1110 stig

Smádreingir
1. Fróði Jensen, TBF - 1520 stig
2. Gilli Sørensen, TBF - 1510 stig
3. Hugin Albinus, TBF - 1310 stig

Gentur
1. Susie Midjord, TBF - 1310 stig
2. Joan Thomasen, TBF - 910 stig
3. Svanna Mortensen, TBF - 568 stig

Dreingir
1. Reidar Luid, Tór - 1820 stig
2. Pætur Albinus, Tór - 1600 stig
3. Hallur Thorsteinsson, Tór - 1440 stig

Kvinnuunglingar
1. Marin í Dali, TBF - 1560 stig
2. Mariann Mikkjalsdóttur, TBF - 1090 stig

Mansunglingar
1. Ragnar Egilsson, Tór - 1850 stig
2. Sigurð Carlsson, Tór - 1650 stig
3. Levi Winther, Tór - 990 stig

Meistaradeildin
1. Petur Niclasen, Tór - 1970 stig
2. Fríði Jensen, TBF - 1890 stig
3. Vagnur Nolsøe, TBF - 1580 stig