Í sendingini Vinnu- & Bilradio verður vitjað á fyritøkuni Kelvin á Hjalla, sum hevur spesialiserað seg í loysnum innan køling og hitaendurvinning. Fyritøkan arbeiðir eisini við aircondition anleggum í øllum støddum, eisini til bilar. Í hesum sambandi er samrøður við Kristian Martin Skála og Petur Egholm frá Kelvin. Eisini er samrøða við Michael Juul Hansen frá FTZ.
Í vinnuinnslagnum er samrøða við Charlotte Ellendersen, sum eigur og rekur fyritøkurnar Daddan og Smyrjibreyðsbúðina í Havn.