– Eg eri klár at upploysa Samtak í stundini, um vit fáa eitt breiðari samstarv
Tað sigur Sonja Jógvansdóttir við vinnublaðið, Vinnan, sum er í Sosialinum í morgin. Hon tók í sínari tíð stig til fakfelagssamstarvið Samtak.
Lesið eisini: Vinnublað í Sosialinum: Vilja savna øll fakfeløgini
Sonja Jógvansdóttir sigur, at hon er klár at upploysa Samtak í stundini, um eitt breiðari samstarv fæst at rigga við støði í nýggju semnuni millum handverkarar og arbeiðsgevarar.
– Ein fortreyt fyri støðugum samstari er tó, at talið av fakfeløgum minkar úr teimum umleið 55, sum nú eru á føroyska arbeiðsmarknaðinum, niður í umleið 10, heldur hon.