Vinnudagur í Runavík

Vinnudagurin í Runavík var fríggjadagin, har ið umboð fyri vinnuna luttóku. Runavíkar Kommuna tók stig til tiltakið, sum var væl móttikið


Fríggjadagin var vinnudagur hildin í Runavík. Tað var Runavíkar kommuna, sum tók stig til tiltakið. Umboð fyri vinnuna í Runavíkar Kommunu vóru bjóðað við. Á skránni vóru framløgur frá ymiskum fólki við hvør sínum tilknýti til vinnuna.
 
Jóhanna á Bergi hugleiddi um Runavík sæð frá síðulinjuni. Símun Hammer gav eina greining av vinnuni í Runavíkar kommunu. Hann metti um, hvussu økið kann mennast. Dávur R. Hansen greiddi frá gongdini við Skálafjarðartunnilinum, sum kann koma at hava sera stóran týdning fyri vinnuna í Eysturoynni. Wilhelm Petersen greiddi frá um ætlanirnar hjá Atlantic Petroleum í Føroyaøkinum og á tí globala marknaðinum, sum teir fyri stuttum hava gjørt seg galdandi í.
 
Abraham Løkin luttók á vinnudegnum fyri Fofish. Hann fegnast um tiltakið.
 
- Hetta var eitt gott hugskot. Tiltakið var sera væl fyriskipað og væl gjøgnumført. Hetta var ein góður møguleiki hjá umboðum fyri vinnuna at møtast meira óformelt og fáa eitt prát, sigur hann.
 
- Tað er eingin ivi um, at nógv hava fingið íblástur av framløgunum. Tá ið umboð fyri sera ymiskar vinnugreinar hittast, so er eisini góður møguleiki at fáa íblástur frá hvørjum øðrum.