- Tað er sjálvandi stórur munur á sum løgmaður at greiða framda politikkinum hjá landsstýrinum og so sum andstøðuleiðari at finnast at tí, sum landsstýrið ikki hevur gjørt, sigur Jóannes Eidesgaard, sum á landsfundi hjá Javnaðarflokkinum í Mið-vági um vikuskiftið skal greiða floksumboðunum frá rikna politikki floksins á landsfundinum, sum í veruleikanum er sum ein aðalfundur, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður og formaður Javnaðarfloksins.
Sjálvandi verður roknað við bæði rósi og rísi, heldur løgmaður, sum ikki ivast í, at onkur fer at finnast at eisini.
Hóast nógvar kritiskar røddir hava verið frammi mótvegis løgmanni og floksins leikluti í samgongu við tveimum borgarligum flokkum, so heldur Jóannes Eidesgaard kortini ikki, at tað er meirilutin av fólkinum, sum myndar almenna kjakið.
- Eg fari sjálvandi at brúka tíð upp á at greiða frá mínum leikluti og serliga teimum málum, sum eg fáist við. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, fer sjálvandi at greiða frá mál-u-num á hansara øki. Tað krevur sjálvandi eisini eina frágreiðing, hvussu vit fáa okkara mál ígjøgnum í eini samgonu við tveimum borgarligum flokkum – og ikki minst vænti eg, at fólk vilja hava eina frágreiðing upp á skattalættan.
Jóannes Eidesgaard vísir á, at tað er sera trupult at fara í holt við skattaskipanina, tí tað rakar altíð so ójavnt.
- Vit hava ein toppskatt á inntøkur upp á 300.000 kr, men tað eru so nógv, t. d. handverkarar o. o. sum skjótt koma upp á hesa upphæddina. Trupulleikin er eisini tann, at um vit veita lágu inntøkunum ein skattalætta við verandi skattaskipan, so fáa tær størri inntøkurnar ein uppaftur størri lætta. Tí mugu vit gera eina heilt nýggja skattaskipan, til tess at veita lægru inntøkunum skattalætta.
Formaður Javnaðarfloksins vænta eisini, at fólk fara at krevja frágreiðing upp á einskiljingarnar - tí at tað ikki skal vera í tráð við góðan javnaðarpolitikk.
- Men tær einskiljingar, sum vit hava sett út í kortið eru so avgjørt í tráð við góðan javnaðarpolitikk. Vanligar vinnufyritøkur, sum kappast við aðrar privatar vinnufyritøkur, eiga at verða einskildar, so sum Føroya Tele, Atlantsflog og Føroya Banki, heldur Jóannes Eidesgaard.
- Nakað heilt annað er tað, tá vit koma til vælferðarfunktiónir, har vit hava við røkt av fólki o. l. at gera. Har gongur markið hjá okkum, slíkar fyritøkur verða ikki einskildar, sigur hann.
- Um vit bakka aftur í tíðina – t. d. aftur í seksti, og sjeytiárini, so hevði tað ikki komið upp á tal hjá Javnaðarflokkinum at privatisera nakað sum helst – og so slett ikki Telefonverk Føroya Løgtings, sum tað tá æt. Um vit fara nøkur á fram í tíðina, kunnu vit so ikki roknað við, at Javnaðarflokkurin tá bæði fer at einskilja heilsutønastur, heimarøkt o. s. fr.?
- Nei, tað fara vit ikki at gera. Tað er júst har, markið gongur, og vit vita, at tey í øðrum londum hava brent seg av hasum. Tað er júst har, at vit seta markið, sig-ur Jóannes Eidesgaard avgjørdur.
Jóannes Eidesgaard vísir eisini á, at fara vit aftur í tíðina, so var tað eingin – heldur ikki borgarligu flokkarnir í Føroyum, sum tosaðu um slíkar einskiljingar, sum verða framdar í dag.
- Størsta málið hjá Fólkaflokkinum á hesum øki var at einskilja nakrar reyðar last-bilar hjá Stranferðsluni – og hetta júkaði flokkurin um í eini 20 ár, sigur hann.
Jóannes Eidesgaard leggur dent á, at tað er ikki rímuligt, at landið bindur so nógvan kapital í vinnufeløgunum – hann eigur at koma fólkini til góðar, heldur hann.