Vinnuhúsið: Fyritøkur ynskja fleiri vinnuøkir

Vinnuhúsið legði í dag fram eina spurnarkanning, ið tey hava gjørt fyrst á árinum.

 

Spurnarkanningin var eitt spurnarblað, ið sent var út til fyritøkur í øllum kommunum í landinum. Spurnarblaðið spurdi inn til viðurskiftir hjá fyritøkum at dríva virksemi úti á teim ymsu kommununum.

 

Spurt var inn til kommunalar málsviðgerðir, hugburður hjá kommununi mótvegis vinnuni, kommunalt keyp av vørum og tænastum, býarskipan/bústaðarviðurskifti, tænastur í kommununi, skattir og avgjøld, infrakervið og atgongd til arbeiðsmegi.

 

Svarst kundi út frá eini stigatalvu frá 1-5, har fimm var best og eitt ringast. Mett á økir vóðru fyritøkur nøgdast í Norðoyggjum, við einum miðaltali á 3.9. Niðast í økjunum var Vágar við einum nøgdsemi, sum lá á 3.5.

 

Í teimum einstøkur kommununum, vórðu tað Eiðis-, Eystur- og Fuglafjarðarkommunur, ið kláraðu seg best við ávikavist 4.4 og 4.0 í miðal. Yvirlit yvir einstakar kommunur er gjørt, har fimm ella fleiri fyritøkur hava svarað.

 

Vinnuhúsið sigur í sínum niðurstøðum, at yvirskipað, tykist tað sum at fyritøkur fyrst og fremst ynska ein betring frá kommunum innan innkeyp og útboð eins og fleiri fyritøkur ynskja sær betur møguleikar innan leiga ella keyp av grundøki.

 

Fyri einstøku fyritøkurnar kunnu tað tó eisini verða innur viðurskiftir, ið viga tung, so sum atgongd til góðar vatnumstøður hjá teimum, ið til dømis framleiða matvørur.