Vinnulívsfólk eru eisini listafólk

Tíðargrein:

Høvundar og yrkjarar geva okkum nakað at lesa, og viðførið, vit fáa, er ofta við til at víðka sjónarringin. Lat ongan iva vera um tað

 

Við áhuga lurtaði eg eftir Ctr-e í Útvarpi Føroya seinastu viku.

Vertur var hin altíð skilagóði Suni Merkistein. Við sær hevði hann Hanus Kamban, Onnu Ellingsgaard og Jógvan Isaksen. Dentur var lagdur á skriving, høvundar og um at taka lut í samfelagskjakinum.

Alt í alt ein góð sending, hóast breiddin kanska ikki var. Ikki so løgið, tí hesi vóru samd og seldu samfeld egnan boðskap væl.

Tað hevur undrað meg, at skrivandi fólk lutfalsliga hava tikið so lítlan tátt í heildini í samfelagskjakinum. Tey eru skrivandi við góðum evnum.

Hesi høvdu varhugan av, at samfelagið hevði sæð øðrvísi og betri út, um tey vóru meiri virkin á økinum. – Eg eri ikki ósamdur í øðrvísi, betri, ja tað kann vera.

Hanus Kamban helt fyri, soleiðis skilti eg hann, at høvundar vóru kanska í »serligari støðu, har teirra handverk er at skriva«.

Ja, møguliga!

Høvundar og yrkjarar geva okkum nakað at lesa og viðførið, vit fáa, er ofta við til at víðka sjónarringin, skapar góðar løtur, umframt at hetta ofta er einasti møguleiki at koma tætt at skrivandi kapasiteti. Tey hava jú lisið fleirfalt tað tey hava skrivað.

 

Hvat er eitt listafólk

Av og á havi eg hugsað, hvat er í veruleikanum eitt listafólk. Jú, vanliga hugsa vit t.d. um myndlist, skriving, tónlist o.s.fr. – Soleiðis verður oftast staðfest.

Taka vit t.d. donsku gulløldina, har serliga vælevnað fólk gjørdu vart við seg, Bertel Thorvaldsen, Søren Kierkegaard, C. F. Tietgen, Hjerl Hansen, bara fyri at taka onkrar spjaddar tættir. Øll hesi vóru listafólk á sera ymiskum økjum.

Ikki bara høvundar áttu at tikið meiri lut í samfelagskakinum, men sanniliga eisini aðrir listatættir sum t.d. vinnulívsfólk.

Hvat er so eitt listafólk í víðastu merking?

Hanus Kamban sigur, at høvundar eru »í serligari støðu, har teirra handverk er at skriva«. Ja, helst er tað so, men eru tey nú kortini í meiri »serligari støðu« enn onnur.

Spurningur er, um ikki øll listafólk, hvør á sínum øki eru í meiri »serligari støðu«. Tey, sum hevja seg upp um tað vanliga, eru listafólk?

Kann ikki roknast við at vinnulívsfólk, ella ein dyggur fiskiskipari eru listafólk hvør á sínum øki? Er t. d. fótbóltsspælarin Ryan Giggs ikki listamaður, ella fyri alt tað Todi Jónsson? Hvat siga vit t. d. um Susan Boyle, sum hevur »goymt« seg í Skotlandi? Poul Mohr, Kjølbro, Eiler Jacobsen, John Dam, Kristian Martin Rasmussen, Hanus Hansen, Júst í Túni, fyri at nevna onkrar? Í málningalistini, Ruth Smith, Mikines, Ingálvur av Reyni, sangarar sum Ernst S. Dalgsgarð, Rúni Brattaberg, Eivør og Teitur.

 

Onnur áttu at tikið meiri lut

Jú tey eru øll dygg listafólk og handverkarar øll av »serligum slagi«, hóast tey ikki eru skrivandi fólk. Eisini vinnulívsfólk eru »í síni serligu støðu«, og eiga at vera við í samfelagkjakinum, fyri at fingið breiddina.

Aftur til listina í vinnulívinum. T.d. hugsa vit um Herning-handils-, virkis- og listafólkini, ella hví fingu fyrrverandi klædnavirki mangastaðni, sum gjørdust mentanardeplar serligan status í mentanarhøpi? Tað hevði sína serligu orsøk!

Eri samdur við høvundarnar, at skrivandi fólk áttu at verið meiri ágrýtið í samfelagskjakinum, men tað áttu aðrir samfelagstættir eisini.

Listin er sera fjøltáttað, tí er umráðandi, at fólk ikki gongur – óvitandi - og heldur, at júst listatátturin ella handverkið ein fekk í vøggugávu, at »hesin júst er so serligur«!

Samstundis hevur tað ofta harmað meg, at lista- og handverk hjá vinnulívsfólki ov ofta - júst av skrivandi fólki og høvundum - hesi fólk verða gjørd sera ivasom fyri at siga tað milt. So einfalt og grunt kann hetta illa gerast. Ella kann tað?

 

Munir eru á umtalu

Í hesum sambandi sá eg í bók um danska vinnulívið grein endurgivnað, sum stóð í Berlingske Tidende um kenda danska vinnulívsmannin, Otto E. Andersen, sum doyðí fyrra helming av fyrru øldini. Um hann verður so vakurt sagt m.a.:

»Otto E. Andersen var en købmand af format, selvom hans købmandsbane ikke var uden skuffelser. Det tjener ham til ære, at han i modgangs som i medgangs dage forstod at holde ryggen rank, således at der stadig stod respekt om hans retlinede karakter og virksomme købmandsnatur, og det gav hans liv en smuk afslutning, at han på sine ældre dage kunne se det firma trives, som han havde været knyttet til fra sin ungdom«. Hesin var sannur listamaður á vinnulívsøkinum, verður sagt.

Lat meg eisini taka tað við, at Hanus Kamban sigur í frælsari sending generelt og einfalt, at tað er religiøsi massin, sum lækkar mentanarstøðið: »Religiøsar rørslur, sum standa fyri antiupplýsing«. So grunt ber ikki til at fara um. Ella ber tað? Hetta vísir, at heldur ikki høvundar vita alt, hóast teir lesa fleirfalt tað, teir skriva.

Vinnulívsfólk eru eisini listafólk, hóast vit ikki vanliga hoyra tað nevnt. Tað er tí av stórum týdningi, at hesin bólkur eisini er við í samfelagskjakinum, so javnvágin er meiri sjónsk.

Tættir við fólki sum hevja seg upp um tað vanliga, har eg havi nevnt onkrar, eru eisini »handverkarar av serligum slagi«.