Eftir eitt heldur baldrut lív við miseydnaðum vinnulívsætlanum, drúgvum rættargongdum og fongsulsrevsing, valdi 57 ára gamli íslendski Ármann Reynisson fyri níggju árum síðani at royna seg sum søgusigara. Hansara níggjunda bók Ritrósur úr Útnorði er júst komin í bókabúðirnar. Tað sermerkta við bókini er, at søgurnar eru bæði á føroyskum, donskum, íslendskum og grønlendskum.
Í bókini eru 47 smásøgur, ella sokallaðar vinjettir, úr Útnorði, harav 15 eru úr Føroyum.
Søgufróðir føroyingar
Sum lið í síni nýggju yrkisleið sum søgusigari, hevur Ármann Reynisson ferðast víða kring heimin, tí sum hann sigur
- Øll fólk hava eina søgu at siga, og eg ferðist fegin langt fyri at hoyra tær og skriva tær niður.
Tríggjar ferðir hevur íslendski søgusigarin verið í Føroyum og ferðast runt og lurtað eftir søgum, og hann er er vorðin rættiliga hugtikin av søgufróðu føroyingunum.
- Føroyingum dáma væl at fortelja søgur. Tað stuttliga er, at ofta fortelja tey søgir og sagnir í rættiliga ymsum útgávum, tí tey hava hoyrt ella minnast tær ymiskt. Ella tey kanska bara minnast ein part av søgnini og so sjálvi spinna restina, sigur Ármann Reynisson.
Hetta gevur honum eitt ávíst frælsi, tá hann skal skriva søgurnar, sigur hann, og onkuntíð loyvir hann sær eisini sjálvur at nýta hugflogið og kanska leggja okkurt afturat søguni.
Søgurnar úr Føroyum fevna um alt frá gomlum søgnum og søguligum hendingum til egnar hugleiðingar.
Óektað vinnulívsfólk
Áðrenn hann byrjaði at skriva, livdi Ármann Reynisson eitt lív sum harðkókaður vinnulívsmaður, har hann arbeiddi við ymsum verkætlanum, sum ikki altíð fylgdu vanligum reglum. Eftir drúgvar rættargongdir varð hann at enda dømdur eitt ára fongsulsrevsing.
Sjálvur sigur Ármann Reynisson, at tað var ikki fyrr enn hann gavst sum vinnulívsmaður, at hann varnaðist, at heimurin er fullur av søgum.
- Stór vinnulívsfólk hava ikki stundir at njóta lívið. Tey liva ikki í veruleikanum, og geva sær ikki far um fólkini kring seg, og søgurnar, tey hava at siga. Lívið sum vinnulívsfólk er snøgt sagt ikki eitt ektað lív - tað er íslendskt vinnulív í løtuni kanska besta dømi um, heldur Ármann Reynisson. Hóast hann hevur lagt sítt gamla lív afturum seg, spøki fortíðin aftur í søgunum í ávísan mun.
-Men bara á tann hátt at tær vísa, at eg hava lært nakað av tí og funnið meg sjálvan av nýggjum, sigur Ármann Reynisson.
Inn við móðurmjólkini
Flestu søgurnar hjá Ármann Reynisson er av tí, hann kallar 'uppbyggjandi' slag.
- Eg eri troyttur av søgum um neyð og elendigheit og vil heldur vísa á tað vakra í lívinum. Eisini hevur tað týdning fyri meg, ikki bara at gera tað sama sum allir aðrir høvundar. Fólk skulu hava møguleika at hoyra ein jaliga og uppbyggjandi søgu uttan at skula draga seg ígjøgnum eina heila skaldsøgu, sigur søgusigarin.
Hann ivast ikki í, at hetta at siga søgur, onkursvegna er nakað, hann hevur fingið inn við móðurmjólkini. Sum smádrongur vaks hann upp við foreldrum og ommum og abbum, sum altíð søgdu søgur.
- Fólk hava so nógv um oyruni í dag, at tey hava ikki tíð at siga søgur. Eg hoyri kanska til tað seinasta ættarliðið, sum er uppvaksið við tí traditiónini, og tí er tað umráðandi, at royna at halda hana við líka, sigur íslendski søgusigarin, Ármann Reynisson.