Vinnulívsráðið í gongd aftur

Ikki hevur nógv verið at hoyrt frá Vinnulívsráðnum í Klaksvík ta seinastu tíðina, men fyri stuttum varð ráðið skipað av nýggjum.

Vinnulív
Ragnhild Ellingsgaard

Klaksvík, Sosialurin: Ráðið varð av fyrstani tíð sett á stovn í 1991, men síðan seinasta aðalfundin hevur vinnulívsráðið í Klaksvík ikki verið nakað virkið felag.
Fyri stuttum kom nevndin tó saman aftur, og skipaði hon seg á tí fundinum. Nevndin, ið sett varð á aðalfundinum í 1999, sær í dag soleiðis út :
Jógvan við Keldu, býráðspolitikari, sum hevur verið við frá byrjanini í 1991, hevur tikið við sum formaður í Vinnulívsráðnum.
Afturat honum er Símun á Høvdanum, næstformaður, Karl Birgir Isaksen, kassameistari, Rani Nolsøe, skrivari og Palli Ziskakon, nevndarlimur.

Skipar fyri fyrilestri
Longu komandi hósdag skipar Vinnulívsráðið saman við Klaksvíkar Handilsfelag fyri einum spennandi fyrilestri um undirsjóartunnil.
Borgarstjórin á Akranesi í Íslandi kemur til Klaksvíkar at greiða frá, hvussu undirsjóartunnilin undir Hvalfjørðinum hevur ávirkað virksemi og annað á Akranesi.
Frá Símun á Høvdanum, næstformanni í Vinnulívsráðnum, frætta vit, at hetta bert er ein av fleiri fyrilestrum, ið ráðið ætlar at skipa fyri.
- Nevndin hevur samtykt, at endamálið nú er at fáa felagið at gerast aktivt aftur, sigur Símun.
- Vit ætla at skipa fyri fleiri fyrilestrum og øðrum tiltøkum, og samstundis vísa meir andlit út at til, sigur næstformaðurin.

Samskipari
Vinnulívsráðið varð av fyrstani tíð sett á stovn við tí endamáli at skipa fyri ymiskum tiltøkum, at verða savnandi og samskipari av vinnu- og handilslívinum í Norðoyggjum.
Tó hevur ikki verið nógv at hoyrt frá ráðnum ta seinastu tíðina, men hetta møguliga broytist, nú ráðið hevur skipað seg av nýggjum.