Vinnulívsráðið í Klaksvík: Netverksfundur við SMJ

Vinnulívsráðið í Klaksvík skipar regluliga fyri netverksfundum, har stundum verður vitjað á onkrari fyritøku ella ein fyriritøka greiðir frá virksemi sínum.

Orð og myndir: Dávur Winther

Í dag hittust fleiri vinnulívsfólk í nýggju miðhøllini á Skúlatrøð, har Árni Jakobsen, stjóri greiddi frá SMJ fyritøkuni – heilt aftur til pápa sín, Sofus M. Jakobsen, ættaður úr Klaksvík, ið setti ráðgevarafyritøkuna á stovn í 1969.

 

Talan var fram til dag, um eina rúkandi menning við nógvum ymiskum verkætlanum, greiddi Árni m.a. frá.

 

Eftir tað greiddi Jóhan J. Joensen, deildarleiðari úr Klaksvík frá serstøkum verkætlanum, teir hava uttanlands t.d. í Noregi og í Íslandi, sum vera stýrdar av deildini í Klaksvík.

 

Til seinast greiddi Pætur Jakobsen, sonur Árna frá, støðuni ídag og teimum ymsu ætlanum, ið leggja í kortunum í framtíðarhøpi.

 

Pætur Jakobsen er eisini medstjóri í fyritøkuni.

 

##med2##

 

Heiðrar

 

Tað er umráðandi at nevna, at Árni Jakobsen í 2020, varð valdur til ársins leiðara saman við bispi.

 

Í 2021 fekk Pætur Jakobsen tann virda heiður at gerast ”Årets unge rådgiver” – sum FRI í Danmark veitir. Hetta eina mest vegn stóru alistøðin á Strond, sum hann hevði ein stóran part av ráðgevingini fyri.

 

Hesin heiður er hjá donskum fyritøkum ein gullskeið at hava í hondini. Og kanska tí eru SMJ eisini við uppreistari pannu aðrastaðni enn í Føroyum sum ráðgevar – í Noregi, Danmark, Íslandi og nakað í Skotlandi.

 

Men her, sum so oftani, er umráðandi at kenna mentanirnar arbeitt verður við – bæði søguliga og vinnuliga.

 

##med3##

 

Arbeiðsøki

 

Aðrar greinar SMJ leggur seg eftir er m.a netverk, burðadygt vinnulív, Mentorskipan Føroya, Ráðvevingarfelagið og kunnu hesi vera við til at kveikinga, inspirera og kanst tú kann leggja teg á ymsu hugskotini, sum tú kanst evna og menna til nakað nýtt og meira.

 

SMJ hevur verið við at kalla øllum stórum verkætlanum í Føroyum - LSH, Havsbrún, Glasir, svimjihallir, ítróttarhallir - stórhølini, Koks har teir hava ment biofylltur, Brandan, Hilton, SEV, grøna orkuskiftið, sjóhitaskipanir, har teir á LSH hava knýtt avlopshita uppí sjóhita og á henda hátt gjørt hitaskipanina rættiliga grøna.

 

Eisini hava teir ment hitaskipanir fyri Tórshavnar og klaksvíkar kommunu. Hava projekterað handilshøli, kontórbygningar í Danmark - Stór alibrúk í Íslandi.

 

##med4##

 

Byggja í Klaksvík

 

Teirra projekteringsstyrki liggur eina mest í bygging, orku, vatn og aling. Um 1/3 av ráðgevingarsøluni er uttan fyri Føroyar, men vilja teir helst koma longur upp, so um ½ liggur uttanfyri Føroyar.

 

Í næstum fara teir at byggja ein skrivstovubygning í Klaksvík.

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

Orð og myndir: Dávur Winther