Ráðið hevur fingið fleiri hugskot um hvat skal arbeiðast við í komandi tíðum. Men vit ynskja framhaldandi at fáa hugskot frá vinnuni og at vinnan verður sjónlig í komandi tíðum, soleiðis at vit í felag kunnu menna virksemið í Norðoyggjum.
Ein stórur partur av virkseminum hjá vinnulívsráðnum hevur verið at kunna limirnar um ymisk viðurskifti gjøgnum fyrilestrar og vil hetta framhaldandi verða ein týðandi táttur hjá vinnulívsráðnum.
Í hesum sambandi kunnu vit spyrja, um eitt ella fleiri av niðanfyri standandi tiltøkum hava áhuga hjá limum og lokalsamfelagnum.
?Skulu vit hava eina fiskasølu í Norðoyggjum?
?Skulu Norðoyggjar verða við í eini komandi oljuvinnu?
?Kunnandi fund um oljuvirksemi og framtíðarætlanir hjá Klaksvíkar Havn?
?Hvussu eru samferðslumøguleikarnir hjá vinnuni?
?Hvussu betra vit um ferðavinnumøguleikarnar?
?Samskipan av handilstiltøkum?
?Framleiðslustýring, leiðsla og samstarv?
?Nevndararbeiði í størri framleiðsluvirkjum?
?Fyriskipan av internet café?
?Skeiðvirksemi?
Framtíðar vinnuvirksemi
Fyri Norðoyggjar og vinnuna í økinum er neyðugt at seta út í kortið og finna útav, hvussu vit kunnu virka fyri at fáa eina virðisøking og framburð hjá virkjum og øktar lønarútgjaldingar til starvsfólk, soleiðis at lokalsamfelagið og handilslívið mennist í takt við at framleiðslu- og tænastuvinnan mennist.
Føroya Fiskasøla
Spurningurin er um fiska-framleiðara í økinum síggja ein fyrimun í at stovna eina fiskasølu, ið kann selja partar av fiskavørum frá økjunum. Her kann verða talan um sølu av fiskavørum, ið tátta í 500 mill. kr., so talan kann verða um stórar nøgdir og eitt breitt úrval av fiskaúrdráttum.
Annað virksemi
í lokalsamfelagnum
Vit eru við eitt vegamót, har vinnufyritøkurnar mega spyrja seg sjálvar um økt samstarv kann verða við til at menna ta einstøku fyritøkuna og harvið skapa vøkstur og eitt breiðari handilsligt grundarlag, soleiðis at tað verður lættari at yvirliva, um virksemi við atliti til fiskivinnuna viknar. Spurningurin er, hvussu vit fáa selt alt fleiri vørur og tænastur til skip og aðrar operatørar við Føroyar.
Handils- og
menningarstjóri
Klaksvíkar kommuna hevur sett ein menningarstjóra, ið skal marknaðarføra Klaksvíkar Havn og har ein na-túrlig avleiðing verður marknaðarføring av virkjum í lokalsamfelagnum. Um tað skal eydnast at fáa økt virksemi í økinum er neyðugt, at tey skip, ið koma til bryggju í Klaks-vík sum úrslit av marknaðarátakinum hjá kommununi, fáa munagóða og kappingarføra tænastu frá t.d. elmekanikarum, radiomekanikarum, smiðjum, heilsølum, oljufeløgum og handilslívinum sum heild.
Stovna eitt skips-
meklaravirki?
Sum úrslit av øktari marknaðarføring av Klaksvíkar Havn kann hugsast, at tann vøkstur, ið hevur verið hjá fleiri havnum í Føroyum, eisini kann gerast veruleiki í Klaksvík. Í hesum sambandi kann verða neyðugt at fáa samskipað virksemi og veitingar og kann hetta best gerast, um vit fáa sett á stovn skipsmeklaravirksemi, t.e. eitt felag, ið veitir tænastur til skip og sum eisini kann átaka sær veitingar og samskifti við eina komandi offshore vinnu.
Uppgávan hjá
vinnulívsráðnum
Vinnulívsráðið vil við hesum hugskotum vísa á virksemi, ið møguliga kann verða við til at menna virkir og handilslívið í økinum. Og um áhugi er fyri tí, kann vinnulívsráðið skipa fyri fundum og samskipa virksemi millum vinnuna. Vinnulívsráðið kann tó ikki taka lut í organisering og uppbygging av hesum verkætlanum, men bert hjálpa og stuðla, soleiðis at vit fáa eitt mennandi kjak og økt virksemi í lokalsamfelagnum.
Vinnulívsráðið
í Klaksvík