Fyri stuttum endaði ein forvitnislig framsýning í útvarpshøllini. Framsýningin undir heitinum »Landsverkfrøðingurin 50 ár« lýsti sera hegnisliga søguna hjá stovninum, og lýsti samstundis gongdina í samfelagsútbyggingini hesi seinastu árini. Stórt arbeiði liggur aftanfyri hetta tiltak, og ein stór tøkk eigur at vera borin Heina Olsen, fyrrverandi verkfrøðingi á LV, fyri hetta megnararbeiði. Somuleiðis eiga teir báðir Heini Olsen og Arnstein Niclasen rós fyri bókina teir góvu út í smb. við merkisárið hjá LV.
Tað var við ávísum sorgblídni ein lýddi á setunarrøðuna hjá Heina Olsen, hóast eini 150 fólk høvdu leita sær niðan í útvarpshøllina. Ringt var at fáa eyga á nakran fólkavaldan politikkara, sum eftir mínari meting høvdu havt gott av at síggja hvussu nógv hesin stovnur hevur fingið av skafti, seinastu hálvthundrað árini.
Er tað so statt, at herferðin hjá Finnboga Arge fær uppbakking av øllum tingmonnum her á landi? Fremur Landsstýrið fólksins vilja við at knúsa henda ríka stovn, sum Henning Jacobsen við hegnisligari hond hevur stýrt um boðar og sker seinastu turbulentu árini? Játtanin minkaði 400 % í tíðarskeiðinum 1989-1994, og hóast hesa dramatisku niðurgongd hevur hann tó megnað at fulføra ein hóp av projektum, og ikki at gloyma viðlíkahald, kavarudding, asfaltering, havnabygging fyri at nevna nøkur dømi. Hann hevur ongantíð yvirtrekt sína konto. Gudarnir mugu vita, hvussu hann hevur fingið kabalina at ganga upp. Slíkir stjórar hanga ikki trøunum, harra Arge.
Hevði spariknívurin rakt so meint á onkrum øðrum stovni, við onkrum øðrum stjóra, eri eg púra samførdur um, at starvsfólk høvdu verið uppsøgd, tí tað heilt einfalt er lættasti máti hjá einum stjóra fáa tølini at hanga saman á pappírinum. Men Henning hevur prógvað at aðrir hættir kunnu nýtast. Nátúrlig frágongd er eitt fyribrigdi. Sum kunnugt er høvuðsdeildin minkað úr 80 starvsfólkum niður í eini 40 seinastu árini, uttan stórvegis uppsagnir. Hóast ein ongantíð kann vera tryggur í sínum arbeiði (takka verið Fólkaflokkinum), so hevur Henning við sínum róliga lyndi og síni respekt fyri fólki, gjørt sítt til at ótryggleiki ikki skuldi darva dagliga arbeiði hjá starvsfólkinum.
Er tað hetta, sum Finnbogi var troyttur av, og tí valdi stjóran á Strandfaraskip Landsins, Reidar Nónfjall, at stýra LV. Sum kunn-ugt eru eini 30-40 fólk antin søgd úr starvi hjá SL, ella hava valt at siga seg úr starvi, síðan nýggi stjórin tók við. Onnur 20-30 leita sær eftir øðrum arbeiði. Í sama tíðarskeiði eru einir 8 nýggir stjórar ella undirstjórar settir. Sunnur starvsfólkapolitikkur, harra Arge? Eg meini tað!
Tað, sum hendi beint áðrenn jól, er ein skamblettur í føroyskari politiskari søgu. Tað veit løgmaður eisini av, sum tann skilamaður hann er, og tí fekk, og hevur, Finnbogi Arge fingið munn-kurv í hesum máli. Tá hann einaferð fær kurvina av aftur og nøsin er stytt eitt sindur, kundi verið áhugavert at fingið at vita, hví Henning Jacobsen skuldi avhøvdast.
Finnbogi Arge er ein vandamikil maður. Hann hevur tung vápn í hondini og er ikki bangin at nýta tey. Hann er eins og dómari í fótbólti, ið leggur slíka linju, at hann oyðileggur dystin. Hann gevur reyð kort, áðrenn hann tosar við spælararnar og roynir seg við diplomati fyrst. Henning fekk reyða kortið, og nú skal stovnurin kannast! Hvar er logikkurin? Landsstýrismaðurin er undirlagdur ávísar spælireglur, sum ikki ber til at skumpa til viks. Starvsmannafelagið minti løgmann og landsstýrið á hesar, beint eftir nýggjár. Sum stjóri á bilhandilsfyritøku, er Finnbogi Arge ikki vanur við serligar reglur. Hann kann smíðja tær, sum honum lystir. Um Henning er koyrdur tí ov fáir bilar eru keyptir frá P/F Meinhard Arge, veit eg ikki. LV hevur, sum kunnugt, ikki handlað við ávísar bilhandlarar, men eg kann hugsa mær, at stovnurin hevur handlað har, hann hevur fingið mest fyri pengarnar. Alivinnuna var Finnbogi Arge eisini í ferð við at bjóða útlendingum. Havi ringt við at síggja nakran politik aftanfyri hesar gerðir.
Fólkaflokkurin gjørdi sama brølara sum sambandsflokkurin á sinni við at hýsa hesum útbrótara. Samgongan kundi líka so væl sett Óla Breckmann ella Jógvan við Keldu í henda sessin. Teir hata alt, sum er alment og hava oyst sítt gor út í eitt mannaminni, hóast teir ongantíð hava fingið aðra enn almenna løn. Finnbogi Arge hevur eins og allir fólkafloksmenn langt síðan luktað pening, og er við at útarbeiða eina ætlan hvussu hann kann pumpa pening úr landskassanum í privatar lummar. Hvør minnist ikki hvussu hann, sum politikari, stríddist fyri at tollurin á innfluttum bilum skuldi lækkast. Landsverkfrøðingurin skal privatiserast. Undirsjóvartunnilin skal privatiserast. Hvør skal byggja tunnilin? Hevur nakað føroyskt felag fíggjarliga orku, tøkni, kapacitet, ekpertisu at standa fyri slíkum arbeiði? Harra Arge eigur at vita, at tá privat fyritøka kemur til Føroya at gera undirsjóvartunnilin, er tað við profit fyri eyga, og ikki av mis-kunnarsemi. Tá nyttar einki Cost-benefit, ið bert setir krónur og oyru á projektini. Skal kostnað-nýtslu kanning vera grundarlag fyri avgerðum, fáa Gásadalsmenn ongantíð tunnil. Er tað so ringt at síggja, at úrslitini ikki síggjast fyrr enn tunnilin er komin? Hugsið um menniskjuni, ið hava valt at liva har. Annars haldi eg ikki at Finnbogi Arge skal rósast fyri tær kanningar, ið vera almannakunngjørdar í hesum døgum. Hann hevur ikki kanna nakað sum helst. Hann hevur bert skrivað fyrstu síðu. Tað eru aðrir menn, ið skuldu fingið rósurnar, m.a. Henning Jacobsen.
Vit eru á veg ímóti fullveldi. Við løgmanni á odda senda vit signal út í heim, hvussu vit ætla at fremja hesar ætlanir. Vit bróta niður stovnar, ið hava virkað væl, og vóna at ikki einki hóvasták stendst av hesum. Vit ætla at selja alivinnu, skip og fisk til fremmandamenn. Vit hækka løgtingsmannalønirnar, meðan landsstýrismaðurin í fíggjarmálum boðar frá, at lønarhækking til alment lønt ikki kemur uppá tal. Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin føra fólkaflokspolitik, hóast hetta er vinstra og høgra í føroyskum politikki. Heini O. Heinesen hevði møguleika at venda hesi ørvitiskós, men valdi at nikka og tiga, tá løgmaður vardi Finnboga Arge á kreppufundi. Líkt er til at Tjóðveldisflokkurin bert hevur tað eina fyri eyga, nevniliga fullveldi, og letur alt annað fara aftur við borðinum. Tað má sigast at vera sera tunt grundarlag at byggja ein flokk á. Flokkurin hyggur passivt at, meðan Finnbogi Arge sparkar beinini undan 50 ára gomlum stovni? Hvussu nógvar persónligar vanlagnur skulu fremjast áðrenn Finnbogi Arge og manning eru nøgdir. Er hetta byrjanin til fullveldi, so Gud náði okkum.
Endamálið hjá Finnboga Arge sýnist vera, at seta spurningartekin við LV, við tí fyri eyga, at rættvísgera sín ómansliga atburð móti Henning Jacobsen. »Lukkaður stovnur«, »ikki til at tosa við«, »ógjøgnumsigtigur roknskapur« fyri at nevna trý argument. Betur var, um landsstýrismaðurin leitaði niðan í útvarpshøllina til framsýningina, so hevði hann sæð, at stovnurin altíð hevur spælt við opnum kortum. Les bókina, sum tú og allir løgtingsmenn hava fingið sendandi. Roknskapurin hjá stovninum er gjørdur í samstarvi við Gjaldstovuna, og hevur stovnurin fingið rós fyri hetta. Er nakað ógjøgnumsigtugt, so er tað Gjaldstovuni kritikkurin eigur at vendur ímóti. LV hevur virkað í 50 ár, við skiftandi landsstýrismonnum uttan stórvegis trupuleikar. Sigur hetta ikki meir um landsstýrismannin enn um stovnin?
Mítt ráð til løgmann. Ber so í bandi at Henning fær uppreisn og verður biðin aftur til arbeiðis. Gloym alt um Finnboga Arge. Hví skal LV hava nýggjan stjóra? SL er, mær vitandi, eisini undir Vinnumálastýrinum og har er stjórin ikki koyrdur. Er lógin ikki líka fyri øll?
Hvar standa Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin í hesum máli? Jóannes Ejdesgaard gjørdi nøkur goyggj, men so stilnaði av og meir hoyrdist ikki. Svarini, ið Finnbogi Arge gav fyrispurningunum hjá Jóannes Ejdesgaard, vóru alt ov tunn. Sambandsflokkin hava vit einki hoyrt til. Teir eru kanska glaðir fyri, at Finnbogi Arge ikki er á listanum hjá teimum, og tað sigi eg teir ikki ringar fyri. Men áhugavert hevði verið at vita hvørja støðu teir hava til slíkan avhøvdingarpolitikk.
Fólkafloksmenn og Tjóðveldismenn áttu heldur at tikið tann veruliga yvirbygnaðin t.v.s. Vinnumálastýrið og øll hini stýrini, til umrøðu. Her liggur tann veruligi trupuleikin. Eftir mínari meting púra óneyðugt millumlið, ið kundi verið spart burtur. Hetta er danskur umsitingarpolitikkur, ið vit hava innflutt, og sum er alt, alt ov dýrur at umsita. Tað man undra mangan føroying hví Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin, í fullveldistíðum, eru so glaðir fyri eina »danska« loysn í Føroyum. Vit hava fyrr sæð hvussu vandamikil skeiv ráðgeving kann vera. Eru 80?ini við at koma inn aftur? Livst so spyrst.
Líggjas Høgnesen