Vinstri er nú størri enn tey Konservativu

– Eftir at konservativi flokkurin hevur verið frammanfyri í kappingini millum teir báðar borgarligu flokkarnar í Danmark, er Vinstri nú aftur størri. Flokkurin hjá Lars Løkke er undir sperrumarkinum

Vinstra-formaðurin Jakob Ellemann-Jensen og formaðurin hjá teimum Konservativu, Søren Pape Poulsen, stríðast um at gerast best umtókta forsætisráðharravalevni. Flokkarnir eru at kalla javnir í nýggja veljarakanning. (Arkivfoto). - Foto: Philip Davali/Ritzau Scanpix

Tað stendur at kalla á jøvnum millum Vinstra og tey Konservativu í nýggjast meiningarkanningini í Danmark, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau. Somuleiðis er javnt millum blokkarnar báðar í Fólkatinginum.

Vinstri stendur í kanningini í dag til at fáa 13,9 prosent av atkvøðunum og at gerast størsti flokkur í bláa blokki, meðan tey Konservativu enn einaferð ganga aftur og lenda á 13,6 prosentum av atkvøðunum.

Fyri báðar flokkar er galdandi ein statistisk óvissa upp á 2,1 prosentstig, so tí er í veruliekanum ógjørligt at siga, hvør verður størri. 

Tey Konservativu stóðu fyri fýra vikum síðani til at fáa 16,5 prosent av atkvøðunum, meðan Vinstri tá stóð til 11 prosent.

Tað var um tað mundið, tá formaðurin hjá teimum Konservativu, Søren Pape Poulsen, bevði boðað frá, eins og vinstraformaðurin, Jakob Ellemann-Jensen, at hann ætlaði sær at gerast forsætisráðharri eftir næst fólkatingsval, sum verður í næstum.

Síðani tá hevur privatlívið hjá Søren Pape Poulsen verið á breddanum í miðlunum við fleiri dømum um, at maður hansara, Jousue Medina Vasquez Poulsen, hevur givið fleiri ósannar upplýsingar, sum floksformaðurin hevur borið víðari.

Tað endaði mikudagin í síðstu viku við, at Søren Pape Poulsen skrivaði á Facebook, at hann og Jousue Medina Vasquez Poulsen fara hvør til sítt.

Voxmeter-kanningin er gjørd frá 12. til 18. september millum 1001 persónar yvir 18 ár.

Blái vongur stendur til at fáa 89 sessir, meðan reyði vongur stendur til 86 sessir. 

Harumframt eru fýra umboð úr Føroyum og Grønlandi. Tað skulu 90 til meiriluta.

Í kanningini liggur flokkurin hjá Lars Løkke Rasmussen, Moderaterne, undir sperrumarkinum upp á 2,0 prosent.

Moderaterne fáa undirtøku frá 1,8 prosentum av teimum spurdu, har ein statistisk óvissa er upp á 0,8 prosentstig.

Beint oman fyri sperrumarkið er eisini Danski Fólkaflokkur við undirtøku frá 2,1 prosentum av veljarunum og ein statistisk óvissa upp á 0,9 prosentstig.

Javnaðarflokkurin fær undirtøku frá 24,2 prosentum av atkøvðunum. Her er statistiska óvisssan 2,7 prosentstig.

/ritzau/

 

Vinstra-formaðurin Jakob Ellemann-Jensen og formaðurin hjá teimum Konservativu, Søren Pape Poulsen, stríðast um at gerast best umtókta forsætisráðharravalevni. Flokkarnir eru at kalla javnir í nýggja veljarakanning. (Arkivfoto). - Foto: Philip Davali/Ritzau Scanpix