Ævintýrlandið Stóratjørn

Beate L. Samuelsen, Býráðslimur í Havn

Ikki allir býráðslimir í Havn hava gloypt verkætlanini um eitt Disneyland í Hoyvíkshaganum rátt


Sum framhald av øllum tí, sum alment hevur verið frammi í loftmiðlunum um byggiætlanina Stórutjørn, hava fólk fingið ta fatan, at hetta framúr stóra dreymaland, sum byggjast skal í Hoyvíkshaganum, hevur fingið fullan stuðul millum býráðslimirnar í Havn.
So er ikki.
Sum í so nógvum málum, ið arbeitt verður við í hesi býráðsamgongu, kemur sjáldan meiri enn helvtin av upplýsingunum fram, hóast alt tjóðveldsbrallið um gjøgnumskygni.
Soleiðis eisini við hesum. Tað skal tí upplýsast, at undirritaða ikki tekur undir við ætlanina við Stórustjørn, soleiðis sum málið er serverað.
Orsøkin er, at tað liggja so nógvir ósvaraðir og ógreiðir spurningar í hesi byggiætlan, at tað er óðamannaverk at byrja uppá hetta Disneyland, fyrr enn greiða er fingin á hesum.
Tórshavnar kommuna eigur als eigur jørðina uppá tilsamans 476.000 fermetrar, sum vit skulu selja til Pf. Jákup á Dul at byggja ævintýrlandið á.
Hetta er festijørð, sum kommunan einki eigur í. Skal lendið latast Pf. Jákupi á Dul, skal Búnaðarstovan geva sítt tilmæli til, at kommunan fær økið, og so skal Innlendismálaráðið geva kommuni loyvi at selja jørðina víðari. Í hesum førinum selja hana til Jákup á Dul.
Sambært kommunustýrislógini hevur ein kommuna ikki loyvi at selja ein jarðarteig til nakran uttan fyrst at hava boðið lendið alment út til sølu. Allir borgarar eiga sambært hesi lóg at hava sama møguleika at keypa.
Um lógin ikki skal haldast, hvat hava vit hana so til?

Lendi bjóðast út
Viðv. lendinum til Stórutjørn kann meiri enn so henda, at eisini aðrir persónar ella fyritøkur hava áhuga at ogna sær hetta. Sjálvandi skulu teir hava møguleikan at keypa ognina, um hon verður seld.
Men nei. Her vil Tórshavnar býráð hava, at undantak verður gjørt við vælsignilisi frá Innlendismálaráðnum, altso landsstýrinum.
Sum støðan er beint nú, er jørðin ikki seld, og hóast hon ikki er seld, hevur býráðið givið Pf. Jákupi á Dul grønt ljós til at arbeiða víðari við verkætlanini, sum arkitektar nú eru farnir undir at detailprojektera.
Tað eru altso ikki øll, sum fella niður á knø og boyggja høvur yvir takksemi, at ein føroyskur ríkmaður í Íslandi plantar eina verkætlan sum hesa niður í Hoyvíkshaganum.
Íslendska projektið við einum risa stóran býlingi við høghúsum í nógvum hæddum í føroyska landslagnum, fer at skemma landslagið í den grad.
Huldufólkini, sum halda í íbygdu steinunum í Hoyvíkshaganum, koma í framtíðini lítlan og ongan kjans at hava upp móti hesum lýsandi og blinkandi Disneylandi, um tað verður til nakað.