Virðið er kavað

Boðið til Framtaksgrunnin fyri Faroe Seafood samtakið er kavað við eini helvt, síðani grunnurin fyri ári síðani takkaði nei til tvey boð upp á ávíkavist Fiskasøluna og Fiskavirking

Faroe Seafood

»Í útgangsstøðinum hevur flakavinnan onga sum helst framtíð í Føroyum«. Somikið kontan var útmeldingin, tá menningarstjórin hjá Føroya Tele, Tróndur Djurhuus, á flokstingi Tjóðveldisfloksins í vár kom við sínum íkasti til kjakið um menning av framtíðar Føroyum.
Hørð orð mundu fleiri halda, men spurningurin er samstundis, hvørt hetta ikki bert var kaldi veruleikin.
Í øllum førum má staðfestast, at nógv tann størsta fyritøkan í høvuðsvinnuni er skramblað niður í virði hetta seinasta árið. Fyri góðum ári síðani fekk Framtaksgrunnurin tvey boð upp á Fiskavirking og Fiskasøluna, sum tá vóru tvey sjálvstøðug virði. Samlaða boðið var tá á leið 160 mió kr., men ta ferðina vildi Framtaksgrunnurin ikki selja. Einamest, tí grunnurin tá var ígongd við at fyrireika søluna av ognunum, og tí ikki helt tað vera rætt at selja, uttan at vøran var bjóðað út at kalla.
Í táverandi boðnum fyri Fiskavirking einsamalt var ætlaði keypsprísurin góðar 100 mió kr. Tað er væl meira, enn somu keyparar nú vilja lata fyri bæði virkini, og tað gevur eina greiða ábending um, hvønn vegin søluvirðið á føroyskari flakavinnu er farið.
Við at hyggja at roknskapartølunum er eisini skjótt at staðfesta, at virðið á fiskapakkanum er vorðið alsamt minni seinnu árini. Seinastu fýra roknskaparárini - tá er 2005 ikki íroknað - er nettosølan hjá samtakin um minkað við nærum 40%. Úr 1,452 mia kr. í 0,884 mia kr.
Minkandi peningastreymurin ger tað eisini munandi truplari at geva eitt nøktandi avkast til fyritøkuna, og sjálvt úrslitið er eisini stútt og støðugt kavað niðureftir. Eisini hóast úrslitið fyri 2004 var ávirkað av kostnaðunum, sum samanleggingin hevði við sær.
Enn er roknskapurin fyri 2005 ikki liðugur. Men samlaða keypsboðið upp á 80 mió kr.gevur greiða ábending um, at ársúrslitið avgjørt ikki er nakað at reypa av. Heldur ikki, hóast boðið seinni varð hækkað til 100 mió kr.
Nominelli ognarparturin hjá Framtaksgrunninum í Faroe Seafood er 110 mió kr.