Virðið á Faroe Petroleum fall eftir vanlukkuna

Ein maður doyði í gjár í eini vanlukku á einum oljufelti, sum Faroe Petroleum eigur í.

Ein norðmaður doyði í gjár í eini vanlukku á Tambar-feltinum, sum er partur av stóra Eko-fisk oljufeltinum í Norðsjónum. 

 

Ógreitt er, hvussu arbeiðsvanlukkan hendi um miðdagsleitið í gjár. Deyði maðurin bleiv slongdur í havið, meðan ein annar fekk onkran lut í høvdið. Hin maðurin er ikki í lívsvanda.

 

Báðir menninir vóru í starvi hjá Maersk Drilling og arbeiddu umborð á Maersk Interceptor.

 

Alt virksemið á Maersk Interceptor og á Tambar-feltinum er lagt niður fyribils og hetta rakar eisini eigararnar av feltinum. Ein teirra er Faroe Petroleum, sum eigur 45 prosent av leitiloyvinum. 

 

Vanlukkan sást beinanvegin aftur á partabrævavirðinum hjá Faroe Petroleum. Í gjáramorgunin var partabrævaprísurin 841 krónur ella 98,5 bretsk pund. Men klokkan trý seinnapartin, eftir at tíðindi bórust um at virksemið varð steðgað, fall prísurin niður á 757 krónur, ella 88,75 pund.

 

Í dag hevur virðið tó javnað seg út aftur og er í skrivandi løtu 832 krónur ella 97,51 bretsk pund.