Virðini, sum sjómansins hond skapar, koma øllum til góðar

Seinasta árið eru 12 mans deyðir á sjónum, og tað er tvífalt so nógv sum árið fyri

-Virðini, sum sjómans hond skapar, koma okkum øllum til góðar segði Edmund Joensen, táverandi løgmaður undir minningarhaldinum á Sjómansheiminum í Havn 1. november í fjør.

Vit prenta her tað, løgmaður bar fram tá. Hann segði:

-Havið er okkara lívsgrundarlag og tann fongur, sum sjófólk okkara fær á havinum, bæði er og hevur leingi verið høvuðstreytin fyri menningini av samfelag okkara. Tey virði, sum verða skapt í sjómansins hondum, koma okkum øllum til góðar. So er, og so hevur verið í mong ættarlið, segði løgmaður og legði aftrat, at fáa tjóðir hava goldið havinum so dýrt sum føroyska tjóðin.


12 deyðir farna árið

í fjør doyðu fimm menn og ein kvinna á sjónum.

Men í ár er talið yvir tey, sum doyðu á havinum, tvífalt so stórt, nevniliga 12.

Teir, sum eru farnir á havinum seinasta árið, eru:

Birgir Ryan, Klaksvík, 54 ár. Druknaði við danska skipinum »Seaboard Sund« í Kingston, Jamaika, tann 15. februar 1998.

Axel Olsen, Hvalba, 39 ár. Var við »Palla hjá Marionnu«. Doyði í Mauritius, 2. mars 1998.

Gunnar Mørkøre, Klaksvík, 40 ár. Var við »Palla hjá Marionnu«. Doyði 5. mars 1998.

Fimm mans fórust við »Sjóborgini«, 2. apríl 1998. Teir vóru:

Tonny Thomsen, Strendur 56 ára gamal.

Símun Pauli á Fríðriksmørk, Strendur, 31 ár.

Poul Johannes, vanliga nevndur Hannus, Thomsen, Strendur, 23 ár.

Atli Bjartisson Hansen, Strendur, 25 ár.

Hilbert Funn, Strendur, 36 ár.

Dánjal Muller Jacobsen, Klaksvík, 60 ár. Var við danska skipinum »Malena«. Doyði í Las Palmas, 3. mai 1998.

Egil Hansen, Norðragøta, 59 ár. Doyði við »Skúgvi« 22. juli 1998.

Jan Tórhallur Gaard, Tvøroyri, 41 ár. Doyði við noska skipinum »Fiskenes«, 8. juli 1998.

Hans Petur Joensen, Hoyvík, 39 ár. Druknaði í Hirtshals, 7. september 1998. Var við danska skipinum »Strømnes«.


Friður verið við minni teirra.