SAS-partabrævið minkaði niður í helvt seinasta handilsdag

Greinarar undrast á, at tað enn eru keyparar til SAS-partabrævið. Virðisbrævið hevur seinasta handilsdag sín í dag

SAS-partabrævið verður handlað í dag, sjálvt um felagið hevur seinasta dag sín sum skrásett á virðisbrævamarknaðinum. (Savnsmynd). - Mynd: Johan Nilsson/Ritzau Scanpix

SAS-partabrævið fall nógv í dag, tá felagið hevur sín seinasta dag sum børsskrásett felag.

Síðani virðisbrævamarknaðurin í Keypmannahavn læt upp í morgun, er virðið á partabrævinum minkað í helvt. Hetta er status á middegi.

Tað kemur ikki óvart á Jacob Pedersen, partabrævagreiningarleiðara í Sydbank, at nógv royna at sleppa av við partabrævið.

– Tað eru nógvir íleggjarar, sum halda seg noyðast at selja fyri at fáa hetta skattatapið, sigur hann.

Tá tú missir pengar av partabrøvum, kanst tú melda tað til skattamyndugleikarnar, sum syrgja fyri, at tað verður mótroknað í møguligum partabrævavinningi.

Harafturímóti undrast hann á, at tað eisini eru keyparar.

- Hvør keypir partabrævið er ein gáta, tí tað kann eingin vera, sum væntar at vinna pening á SAS-partabrævinum nú, verður sagt.

Mánadagin boðaði SAS frá, at dagurin í dag er seinasti dagur, har partabrøvini hjá felagnum kunnu handlast á virðisbrævamarknaðunum í Keypmannahavn, Stokkhólmi og Oslo.

Avskrásetingin hevur við sær, at verandi partabrøvini verða tvingsilsloyst uttan at eigararnir fáa nakað fyri tey.

Per Hansen, sum er íløgubúskaparfrøðingur í Nordnet, skilir væl, hví fólk undrast á handilsmynstrið í dag.

Hann heldur, at hetta kemst av, at nakrir íleggjarar hava sæð stóru sveiggini í partabrævinum sum ein møguleika at keypa upp.

- Tað kann tykjast lokkandi hjá onkrum, sum heldur: "Eg royni bara at kasta nógv í tombola, og tá vóni eg, at møguleiki verður at selja seinni á degnum", sigur hann.

Tað hevur leingi verið kent, at SAS var á veg beinleiðis til eina avlisting av virðisbrævamarknaðinum.

Vegurin til avlisting var longu slóðaður 19. juli, tá rætturin í Stokkhólmi góðkendi umleggingarætlanina, sum skal geva nýggjan kapital til SAS.

Harumframt skal ætlanin vera við til at beina burtur nakað av skuldini, sum hevur tyngt felagið.

Eitt samtak fer at gera íløgur fyri tilsamans 13,2 milliardir svenskar krónur í SAS fyri at yvirtaka ognarrættin.

Í samtakinum eru kapitalgrunnurin Castlelake, flogfelagið Air France-KLM, Lind Invest við danska handilsmanninum Henrik Lind á odda og danski staturin.

 

/ritzau/

 

SAS-partabrævið verður handlað í dag, sjálvt um felagið hevur seinasta dag sín sum skrásett á virðisbrævamarknaðinum. (Savnsmynd). - Mynd: Johan Nilsson/Ritzau Scanpix