Í morgin skulu føroyingar velja nýtt løgting. Hetta er fyrstu ferð, at tað verður roynt, síðani vit fingu nýggja stýrisskipanarlóg. Talan er um eitt vegamót í føroyskum politikki. Eitt er tað, at komandi landsstýrið skal stýra landinum inn í eina nýggja øld. Annað og kanska mest umráðandi er, hvør skal fáa litið hesa uppgávuna í hendi.
TAÐ er greitt, at tað verður í hvussu er ikki nakar flokkur einsamallur, sum fer at stýra landinum. Tað halda vit eisini vera ósunt og ódemokratiskt, tí styrkin við fólkaræðinum er neyttup, at landsins stýri umboðar fólkið.
HÓAST allir flokkar royna at boða sín boðskap, so er greitt, at tað skulu slúkast kamelar eftir valið. Flokkarnir verða tvingaðir til at lora hvør í sínum lag fyri at kunna sjóva eina samgongu saman. Men tað er ikki líka mikið, hvør samgonga kemur at stýra landinum komandi fýra árini.
NÚ hava vit roynt eitt borgarligt stýri, uppá gott og ilt. Tað veldst eisini við hvørjum eygum tú sær. Føroyar eiga at fáa eitt nýtt stýri, sum gongur tvørtur um miðjuna og til vinstru. Tað er tí eisini at fegnast um, at veljarakanning ikki gevur teimum borgarligu flokkunum meiriluta, síggja vit burtur frá Miðflokkinum. Hóast teir fýra flokkarnir til høgru kunnu skipa landsstýri eftir valið, so er tað neyvan hugsandi. Í hvussu er skal sjálvstýrisflokkurin prostituera seg nógv, skal hann nú fara í eina samgongu saman við sambandinum. Sama kann sigast um fólkaflokkin. Men her veldst alt um, hvussu persónarnir fara at klára seg til valið. Kemur Edmund styrktur burtur úr valinum, so skuldi ein trúð, at bæði A og D hava ilt við at samvinna tann vegin. Men verður ?sjálvstýrisvongurin? í B styrktur, so kann hugsast, at tað verður lættari hjá A og D at góðtaka samarbeiði. Men tað veldst eisini um persónarnar í D. Helena er enn formaður, men SPÍG kann yvirhála hana. Spurningurin tá er, um tað verður borgarliga linjan hjá SPÍG, sum fer at avgera, hvønn D fer at samstarva við ella linjan hjá HDÍN, sum ikki liggur so langt til høgru eins og SPÍG.
MEN lati okkum sleppa tí borgarliga møguleikanum. Ymsir aðrir samgongumøguleikar eru, har tó fleiri enn resta mann í meiriluta. Eitt nú millum AE og D. Hetta hevur SpÍG eisini skotið upp á veljarafundi í Eysturoy. Sambart veljarakanningini fær henda samgonga bert 16 limir. Síðani er tað A,C og E. Hetta er ein samgongumøguleiki, sum hevur verið nevndur. Spurningurin er um hesin møguleiki fær undirtøku í flokkunum. Tað er torført at ímynda sær ein javnaðarflokk í samgongu við fólkaflokk eftir valið. Og neyvan eru allir fólkafloksmenn so fegnir um eina samgongu saman við javnaðarflokki, hóast mangir teirra halda Jóannes Eidesgaard vera gott evni til løgmann. Aðrir samgongumøguleikar eru sjálvandi eisini eftir valið, men alt veldst um úrslitið. Ein, sum vit hava nevnt áður er CDE. Hann hevur tó heldur ikki meiriluta í løtuni.
Sambart veljarakanningini, sum Sosialurin hevur latið gera, so halda nærum 40% av teimum spurdu, at formaður javnaðarfloksins er besta løgmansevnið. Hetta má sigast at vera stórt herðaklapp. Spurningurin er so, hvussu tingmannabýtið verður eftir valið. Eingin ivi er um, at boð javnaðarfloksins uppá løgmann, hevur undirtøku millum fólkið. Kemur flokkurin eisini væl burtur úr valinum, eigur hetta at verða havt í huga, hóast hugsandi er, at ágangurin móti javnaðarflokkinum fer at verða harður bæði undan og eftir valiðLatið okkum undir øllum umstøðum fáa virðing og samstarv aftur í hásæti, nú tá veljararnir hava talað. Latið okkum fáa eina samgongu, sum tekur hædd fyri dagsins støðu í samfelagnum. Við hesum meta vit tað vera ógvuliga umráðandi, at javnaðarflokkuirn verður við í komandi landsstýri.