Virgar Dalsgaard: Føroysk klæðir eru ein fasistisk uniformering (FM1)

(FM1) Hoyr Virgar Dalsgaard og Sjúrð Skaale tjakast um føroysk klæðir og skifta orð um ólavsøkuna

Mynd: Petur Asbjørn Lervig

Mynd: Petur Asbjørn Lervig

##med2##

 

Fyri løtu síðani rendi reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig seg í tvær stórar og litríkar persónligheitir, Virgar T. Dalsgaard og Sjúrð Skaale.

 

Tað bleiv í høvuðsheitum eitt tjak um føroysk klæðir.

 

Sjúrður sum hevur átt føroysk klæðir síðani hann var 20 ár sær uppá tey føroysku klæðini, sum ein vakran siðbera til serlig høvi, sum t.d. ólavsøkuna.

 

Virgar er av einari heilt aðrari áskoðin: - Føroysk klæðir eru ein fasistisk uniformering. Eg kundi ikki droymt um at fara í føroysk klæðir, slær Virgar fast.

 

Sjúrður og Virgar skiftu eisini orð um ólavsøkuna.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra áhugaverda kjakið millum Virgar T. Dalsgaard og Sjúrð Skaale. 

 

Mynd: Petur Asbjørn Lervig

Mynd: Petur Asbjørn Lervig

Ólavsøkukjak: Virgar T. Dalsgaard og Sjúrður Skaale um føroysk klæðir

Ólavsøkukjak: Virgar T. Dalsgaard og Sjúrður Skaale um føroysk klæðir