Ongin veit, hvussu nógv verður koyrt á blámann, tí onki eftirlit er, um virkið hevur staðið í sama líki síðan 1988, tá lógin um umhvørvisvernd varð sett í gildi.
Orsøkin til hetta er, at í lógini um umhvørvisvernd, eru ongi krøv til virksemi, sum byrjaði áðrenn lógin kom í gildi. Í lógini er tó møguleiki hjá avvarðandi landsstýrisfólki at gera reglur fyri eldru virkini, har landsstýrisfólkið yvir eitt áramál kann avgera, at øll dálkandi virkir skulu umhvørvisgóðkennast.
Sum skilst var ein tilgongd um ár 2002, tá hetta var upp á tal, men hon steðgaði, og virkini hildu fram at dálka.
Virkini, ið koma undir hesa lóg, sum serliga dálkandi eru millum onnur skipasmiðjur, metalstoypirvirkir, orkuverk, flótidokkir, sementvirkir, asfaltverk, reinsarí og fyritøkur, ið fáast við mjólkaúrdráttir.
Ongin veit nøgdirnar
Hóast lítlar og ongar kanningar eru gjørdar av havbotninum við skipasmiðjur og virkir annars, so er tað ikki so løgið, at ikki so nógv er at fáa á seiðabergi.
- Skipasmiðurnar hava til dømis nógv kopar í málingini til skipini, og hetta skal virka beinleiðis forðandi fyri vøkstur, so tað er ikki so løgið, at onki lív er í sjónum við skipasmiðjurnar. Í londunum rundan um okkum hava tey gjørt nógv við umhvørvisgóðkenningar til dálkandi virkir, men lógin varð ongantíð gjørd liðug her. So hjá okkum er lítið at gera, greiðir Jóhanna Olsen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, frá.
Hóast ongar kanningar eru gjørdar av virkjum, so hava onkrar kommunur gjørt kanningar av havnunum hjá sær, og til dømis í Tórshavnar havn hevur Biofar gjørt kanningar fyri Tórshavnar kommunu.
- Tað vísti seg at vera nógv blýggj og kviksilvur á botninum, men vit hava ongantíð kannað eldru virkini, tí tey eru ikki umfataði av lógini um umhvørvisvernd, sigur Jan Sørensen, stjóri á Biofar.
Gera ábøtur
Skipasmiðjurnar dálka sambært Jóhonnu Olsen rættiliga nógv, men MEST, sum er størsta skipasmiðjan í landinum greiðir frá, at tey nú gera ymisk tiltøk, sum skulu minka um dálkingina, og sum krevja umhvørvisgóðkenningar.
Sambært Eyðfinni Egholm er talan um skipanir við reinsiskipanum, soleiðis, at tað, sum rennir frá bedingini fer í eitt tílíkt í Havn. Á Skála eru somu ætlanir, tá skipanin í Havn er góðkent.
Tvey starvsfólk
Sambært Jóhonnu Olsen á Umhvørvisstovuni er tað soleiðis, at um landsstýriskvinnan í innlendismálum avger, at virkir eldri enn 1988 skulu kannast, so merkir hetta, at tvey starvsfólk mugu setast afturat á Umhvørvisstovuni. Hetta hevði verið til umsiting av loyvunum og so framvegis.
- Tað eru fyritøkurnar sjálvar, sum gjalda fyri kanningarnar, so tað hevði bara verið umsitingin, sum skuldi vaksið eitt sindur hjá okkum, staðfestir Jóhanna Olsen.
Landið ger onki
Hóast málið hevur verið uppi og vent fyrr, og landsstýriðfólkið av sínum eintingum kann broyta lógina, og Annika Olsen, landsstýriskvinna við innlendismálum, er greið yvir trupulleikan, so fer hon onki at gera við virkini, sum vóru áðrenn 1988.
- Tað er sjálvandi óheppið, at nøkur virkir sleppa at dálka so illa, men prinsippið er, at mann ikki lóggevur aftur í tíðina. Tað verður heldur ikki politisk semja um hetta, sigur Annika Olsen. Hon leggur at afturat, hon ongar ætlanir hevur um at trýsta hetta ígjøgnum.
Brot úr galdandi lóg frá 1988 um umhvørvisvernd
§ 26. Fyritøkur, virkir ella útbúnaðir, ið eru at finna í fylgiskjalinum til lógina, mugu ikki verða gjørd ella farin undir, fyrr enn góðkenning er givin til slíkt. Nevndu fyritøkur, virkir ella útbúnaðir mugu ikki víðkast ella broytast byggifrøðiliga ella rakstrarliga á ein hátt, ið nertir við dálkingarviðurskifti virkisins, fyrr enn víðkanin ella broytingin er góðkend.
2. stk. 1) Landsstýrismaðurin kann gera broytingar í fylgiskjalinum.
3. stk. 1) Fyritøkur, virkir ella útbúnaðir, sum í fylgiskjalinum eru merkt við eini stjørnu, kunnu av landsstýrismanninum verða undantikin skylduni til góðkenning, tá tað metir, at tann dálking, ið virkið, fyritøkan ella útbúnaðurin vil kunna elva, hevur minni týdning fyri umhvørvið.
§ 27. 1) Landsstýrismaðurin ásetir reglur um, at verandi fyritøkur, virkir ella útbúnaðir av teimum sløgum, ið eru nevnd í fylgiskjalinum, innan nærri ásetta freist skulu søkja um góðkenning, uttan mun til, um tey verða víðkað ella broytt.
Sum sæst í § 27, er tað landsstýrisfólkið, ið avger – í hvønn mun – fyritøkur, sum vóru til í 1988 skulu umhvørvisgóðkennast.