Símun Hammer, stjóri á Virkisráðgeving sigur, at tað at fyrireika eina slíka stevnu hevur verið ógvuliga spennandi, og hevur kravt stóra orku. Saman við Atlantic Fair, hava vit frá byrjan av, valt at lata serfrøðingar taka sær av seruppgávum, og eru tí nógvar fyritøkur umboðaðar, sum veitarar til stevnuna, tað verði seg innan, lýsingarvirksemi, ferðing, handverk, tele, messuútgerð v.m. Tær avtalur ið hava verið gjørdar við hesar veitarar hava rigga væl, og vónandi kemur alt at rigga líka væl, meðan messan koyrir. Fyri at lýsa støddina á tiltakinum, kann til samanberingar sigast, at hendan stevnan er líka stór sum 4 ítróttarhallir tilsaman - so tá sigur tað seg sjálvt, at nógvir lutir skulu fáast uppá pláss.
Hendan fiskivinnustevnan hevur verið serliga krevjandi av tí at serliga nógvir útlendingar koma á stevnuna. Uml. helvtin (t.e. 100) av fyritøkunum eru útlendskar. Hetta eru fyritøkur, ið eru vanar við at vera á altjóða stevnum, og tí er neyðugt at hesar føla at tær fáa eina viðgerð, ið er á sama støði, sum á ørðum altjóða stevnum.
Generelt um Virkisráðgeving Spf.
Virkisráðgeving Spf er ein privat tænastufyritøka, ið veitir tænastur til vinnulívið og almennar stovnar. Síðan vit byrjan í 1997 hevur dentur alla tíðina verið lagdur á, at ráðgevingin skal føra til munagóð úrslit fyri kundar okkara. Hetta krevur tí eisini, at vit støðugt seta eitt kritiskt ljós á okkara virksemi, og alla tíðina bøta um okkar tænastur og altíð bjóða tær nýggjastu loysnirnar til kundar okkara.
Í fyritøkuni starvast í dag 3 fólk í føstum starvið, meðan onnur eru knýtt at fyritøkuni í samband við ymiskar verkætlanir. Síðan vit byrjaðu okkara virksemi hava vit loyst eina røð av uppgávum fyri vinnulívið og almennar stovnar. Niðanfyri er nøkur dømi upp á uppgávur vit hava loyst:
Leiðsla:
? Innanhýsis leiðsluskeið í fleiri føroyskum fyritøkum
? Ráðgeving í sambandi við nýskipan av virkisleiðslum
? Ráðgeving innan umsiting, saksstýring, framleiðslustýring o.l.
? Dagligur samtalupartur hjá fleiri føroyskum virkisleiðslum
? Gjørt kanningar av virkseminum hjá fyritøkum/stovnum fyri at búgva fyritøkuna/stovnin til at møta framtíðar avbjóðingum
Marknaðarføring:
? Ráðgeving um skipan av marknaðarætlanum, við atliti at náa best møguligum úrsliti - t.d. hvørji krøv skal ein seta, áðrenn ein nýtir nógvan pening í reklamuútreiðslum
? Internet heimasíður fyri fyritøkur
? Kannað møguleikar hjá føroyskum fyritøkum í samband við útflutning, og skaffa samband við møguligar útlendskar keyparar av føroyskum vørum.
Búskapur:
? Búskaparligar greiningar
? Vit gera næstan dagliga fíggjarætlanir fyri føroyskar fyritøkur
? Ráðgeving/hjálp í samband við umlegging av skuld
? Ráðgeving til nýggjar fyritøkur (uml. 20 - 30 pr. ár)
? Skeið/fyrilestrar innan produktivitet.
? Skeið/fyrilestar innan eginpening/fígging
? Virkisætlanir (?Business Plan?) - uml. 40 í 2000
Rekruttering:
? Ráðgeving í samband við setan av starvsfólki, har vit taka okkum av øllum uppgávunum í sambandi við setanargongdina, frá innleiðandi kravfesting, til útlýsing og geva endaligt tilmæli um setan av persóni
? Generel ráðgeving um starvsfólkapolitikk v.m., har vit eisini hava útarbeitt konkretar starvslýsingar v.m.
Góðskuskipanir:
? Ráðgeving í sambandi við fyritøkur skulu lúka ES-krøv, serliga við atliti at skjalprógvan av innanhýsis góðskustýring (HACCP).
? Ráðgeving í samband við innføring av ISO-9000 og ISO-14000 góðskukervi. Virkisráðgeving Spf var fyrsta føroyska ráðgevingarfyritøkan ið hjálpti einari føroyskari fyritøku við hesi skipan.
Umframt omanfyrinevndu tænastur, mennir Virkisráðgeving Spf alla tíðina nýggjar tænastur í tøttum samstarvi við okkara útlendsku samstarvsfelagar. Ongin uppgáva er ov stór og ongin er ov lítil. Vit vilja altíð gera okkara besta - í tøttum samstarvi við kundan - fyri at tryggja eina góða og úrslitarættaða ráðgeving.