Óvirkni størsti heilsuligi vandin

Royking er yvirhálað. Størsti heilsuligi vandin hjá ungfólki í dag er likamligt óvirkni.

Størsti heilsuligi vandin hjá ættarliðunum, sum vórðu fødd í fimmti-, seksti- og sjeytiárunum, var royking. Størsti heilsuligi vandin hjá ungum fólki í dag er likamligt óvirkni.

 

 

Hetta stendur í nýggjasta Skúlablaðnum.

 

 

Allar kanningar benda á, at livihátturin hjá okkara børnum og ungum – eisini í Føroyum – fer skeivan veg m.a. av ov nógvari alnetsnýtslu, kropsligum óvirkni og ov lítlum svøvni.

 

 

Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum og granskari í heilsuvísindum á Fróðskaparsetrinum, har hann m.a. er leiðari á nýggja Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking, sigur í sambandi við, at Suni Poulsen, sálarfrøðingur, heldur, at tað ber til at venda gongdini hjá unga ættarliðnum, at ein stovnur, ið veruliga kann gera nakað við ta skeivu gongdina, er fólkaskúlin. Hann mælir skúlanum til at taka ábyrgdina av tí nýggja veruleikanum, tí kropslig rørsla bøtir um alt frá betri heilsustøðu, innlæring, konsentratiónsevni til sosialan trivnað, skrivar Skúlablaðið m.a. í grein.

 

 

Í Føroyum hava vit nøkur tøl, sum vísa, at líkt kundi verið til, at vit eru spakuliga um at vinna á roykingini.

 

 

- Roykingin er minkað rættiliga nógv í Føroyum, men hon er framvegis ein øgiliga stór avbjóðing, sigur Magni Mohr.

 

 

Hann staðfestir, at roykingin – sigarettirnar – kostar samfelagnum ekstremt nógvar pengar. Jú, roykingin minkar í miðal internationalt. Kortini hevur tubbaksídnaðurin tað fínt við tað, at fólkatalið veksur, og í heimsins fólkaríkastu londum tykist roykingin ikki at minka nevnivert.

 

 

Kortini er roykingin í Føroyum minkað seinastu árini, og tað er at gleðast um, og heldur tað ættarliðið, sum nú er og kemur, seg til tann batnaða hugburðin til royking, minkar hon uppaftur meir, stendur m.a. eisini at lesa í greinini í Skúlablaðnum.

 

 

 

 

kelda: skúlablaðið    http://www.lararafelag.fo/fo-FO/St %C3%B8rsti-heilsuligi-vandin.aspx