Virksemið hevur verið nógv í ár – og øðrvísi

Hundraðtals fólk afturat hava bjóðað sær til at hjálpa fólki, sum eru illa fyri í Føroyum

##med2##

 

Árið í fjør var eitt sermerkt hjá hjá Reyða Krossi í Føroyum. Tað ásannar nevndarformaðurin, Jóannes Eidesgaard eftir aðalfundin, sum akkurát hevur verið. Hann sigur, at virksemið er nógv økt og eitt nú hava yvir 700 fólk tikið prógv í fyrstuhjálp, umframt at vitjunartænastan er ment, so at hon nú er at kalla kring alt landið.

 

Hann sigur eisini, at í Reyða Krossi ásannaðu tey, at tað fór ikki at bera til, at Føroyar áhaldandi fóru at útihýsa flóttafólki, so í fjør tóku tey stig til at fyrireika seg til tað. So tá ið Russland gjørdi innrás í Ukraina, vóru tey nokk so væl fyrireika upp á at taka ímóti flóttafólki – og hann leggur afturat, at hesa seinastu tíðina hava hundraðtals fólk afturat bjóða seg fram at vera við í arbeiðnum hjá Reyða Krossi.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jóannes Eidesgaard greiða frá á FM1