Virus á svenska liðnum

Ein virus er leys í svensku landsliðsleguni, og higartil eru tríggir spælarar og ein venjari smittaðir. Tað er hálsbruni, sum ger um seg hjá svensku fótbólsspælarunum, men læknin Magnus Forssblad heldur ikki, at tað fer at ávirka svenska spælið undir EM.
? Tað ræðu um at brúka skilið. Spælararnir skulu ikki drekka av dunkunum hjá hvørjum øðrum, og kennir teir seg illa, so skulu teir halda seg eitt sindur burtur frá hinum spælarunum, sigur svenski landsliðslæknin.