Vís kærleika og legg upp í

Hesa næstu tíðina fer løgreglan at hava serligt eyga við bilførarum, sum koyra við kenning

Hesa næstu tíðina fer Ráðið Fyri Ferðslutrygd, RFF, enn einaferð at leggja serliga stóran dent á at fáa fólk at skilja, hvussu álvarsamt tað er at koyra bil við kenning.

 

Tað verður enn einaferð gjørt við rakstrarrópinum, ”Vinir lova ikki vinum at koyra skít” og næstu tíðina verður hesin boðskapur serliga at hoyra á útvarpsráum og á internetinum.

 

Í hesum sambandi roynir Ráðið Fyri Ferðslutrygd at eggja fólki til at leggja uppí, varnast tey at vinfólk, skyldfólk ella starvsfelagar, ætla sær at koyra bil, hóast tey eru ávirkað.

 

RFF sigur, at hesa næstu tíðina fer løgreglan eisini at hava eitt serliga vakið eyga við rúsdrekkakoyring, og at gera meiri burtur úr at kanna bilførarar.

 

RFF staðfestir, at tey flestu venda sær frá rúsdrekkakoyring. Men kortini er tað ikki óvanligt, at bilførarar koyra ávirkaðir, tí tað kann vera eitt langt frá hugburði til atferð.

 

- Nú mong hugna sær á festivalum og stevnum kring landið, kunnu koma støður, har fólk koyra ávirkað, sigur RFF

 

Í november í fjør skipaði RFF fyri eini kanning , har 85 prosent søgdu, at tey heilt vist høvdu roynt at forðað tí, varnaðust tey, at onkur, sum var ávirkaður, ætlaði sær í bilin. Hetta eru 3 prosent fleiri enn í 2013.

 

Spurd, hvussu ofta tey sjálvi koyra við promillu hægri enn 0,2, svaraðu 95 prosent, at tað gera tey  ongantíð.

 

Hetta er greið ábending um, at flestøll venda sær frá rúsdrekkakoyring, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd

 

Tey siga eisini, at tað er greitt er, at tað oftast eru menn ið koyra bil við ov høgari promillu.

 

Hetta vísir Ráðið fyri Ferðslutrygd við eini mynd av einum, ið hevur tikið billyklarnar frá vinmanninum.

 

- Boðskapurin er, at tað er umsorgan at forða fyri rúsdrekkakoyring, tí at eingin vil vinum sínum so illa, at tey lata teir koyra ávirkaðar.

 

Ráðið fyri ferðslutrygd sigur, at kanningar vísa, at nógv tey flestu sótu saman við øðrum og drukku, áðrenn tey koyrdu ávirkað.

 

- Tað kann tó vera ringt at leggja uppí, og steðga einum at seta seg við róðrið. Tí er tað best at avtala, hvussu tey sleppa heim aftur, áðrenn farið verður á festival ella stevnu, so at sleppast kann undan pínligum støðum.

 

Tí roynir Ráðið Fyri Ferðslutrygd at ávirka fólk, sum kanska kundi hugsað um at farið í bilin, hóas tey hava smakkað sær á.

 

Endamálið er eisini at minna vinfólk, familju og starvsfelagar á, at leggja uppí, er onkur, sum ætlar sær at koyra við kenning.

 

Og endamálið frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd  er eisini at vísa á, at er umsorgan at leggja uppí, tá ið onkur ætlar sær at koyra við kenning.