Vísindavøkan á ferð við Løkin

Í kvøld verður Vísindavøkan á ferð í Runavík. Tiltakið er á Bókasavninum við Løkin og byrjar kl. 19.

Á skránni verða tvær framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá Fróðskaparsetrinum:

 

Zvonko Mrdalo fer at tosa um nýtslurættindi í føroysku fiski- og alivinnuni.

 

Knud Simonsen fer at tosa um havmyndil fyri bæði ytru og innaru leiðirnar.

 

Hetta er annað av fimm tiltøkum á ferð í september.

 

Fyrsta tiltakið var á Klaksvíkar Bókasavni í gjárkvøldið. Myndir frá tiltakinum eru á https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/myndasavn?mappa=be2ab1ba-8ade-4af0-8bfc-7d97a82924a4

 

Hini tiltøkini vera á:

 

Bókasavninum á Sandi hóskvøldið 14. september kl. 19

 

Sørvágs Bókasavni mánakvøldið 18. september kl. 19

 

Miðlatúni í Vági mikukvøldið 20. september kl. 19.

 

Sí skránna á https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/visindavoeka/visindavoeka-2023/visindavoeka-a-ferd-2023