Tvey felagslið hittast í Trongisvági seinnapartin. Meðan Suðringar við góðum stima fram ímóti kappingarenda hava tryggjað sær rættin at halda fram í bestu deildini, er stórur møguleiki fyri, at 07 Vestur liðið verður flutt niður, áðrenn fyrsta bríksl í Trongisvági. Soleiðis verður tað, um B68 vinnur í Leirvík, har fyrsta bríksl verður klokkan 12.
Meðan tað er undan dystarbyrjan er ógreitt, hvørjari deild felagsliðið í Vágum næsta ár fer at spæla í, so er tað enn ógreitt, hvussu tað verður við felagsliðnum í Suðuroy. Enn er eingin avgerð tikin um, um talan framvegis skal vera um felagslið. Tað er TB, sum eigur rættin at spæla í fremstu røð, um tað ikki verður hildið fram við felagsliðnum.
Tað er greitt, at Glenn Ståhl í dag stendur á odda fyri liðnum hjá Suðringum fyri síðstu ferð.
Hjá heimaliðnum eru Teitur Olsen og Poul Ingason tøkir aftur eftir leikbann. Búi Egilsson og Teitur K. Mortensen eru skaddir.
Allir spælararnir hjá 07 Vestur eru tøkir.