Óvissan noyddi meg at handla

Stjórin fyri Landsverk tvíheldur um, at stór óvissa var um, hvørt Marknagilsdepilin fór at vera veruleiki. –Eg má handla út frá givnum karmum og tí varð byggileiðaran uppsagdur, sigur Ewald Kjøldbro. Skjølini í málinum vísa tó, at Ewald Kjøldbro undirskrivaði fráfaringaravtalu við Ragnar Juul Guttesen, aftaná at løgtingið hevði játtað 64 milliónir krónur afturat til Marknagilsdepilin, og spakin var settur í føroya størstu byggiverkætlan.

- Sum stovnur mugu vit alla tíðina handla út frá givnum karmum. Og 1. februar var støðan tann, at eingi útlit vóru til at fáa hægri játtan til Marknagilsdepilin. Tí varð byggileiðarin sagdur úr starvi.
Tað sigur Ewald Kjøldbro, tá vit spyrja hann um orsøkina til at Ragnar Juul Guttesen varð sagdur úr starvi, bara smáar fimm mánaðir eftir at hann hevði skrivað undir sáttmála við Landsverk um at vera byggileiðari í Marknagili, meðan skúladepilin varð bygdur.
Ragnar Juul Guttesen fekk hoyringssvar um uppsøgn, tríggjar dagar eftir at Ewald Kjøldbro hevði sent Mentamálaráðnum sína spariætlan, ið tó fór at krevja eykajáttan á 64 milliónir krónur.
Sambært Ewaldi Kjøldbro var einki grundarlag fyri starvinum sum byggileiðari.
- Byggileiðarin varð settur í starv við tí fortreyt, at arbeiðið at gera Marknagilsdepilin skuldi byrja í 2012, sigur Ewald Kjøldbro.
Skjølini í málinum staðfesta tó, at tilboðini til Marknagilsdepilin vórðu latin upp 28. august 2012, og tey lógu sum kunnugt 155 milliónir krónur omanfyri karmarnar. Ragnar Juul Guttesen skrivaði undir sáttmálan við Landsverk 4. september 2012. Tí kendi Landsverk fortreytirnar, tá byggileiðarin varð settur í starv.
- Ja, tað er møguligt, svarar Ewald Kjøldbro stutt, tá vit fyrihalda honum hetta.
Hóast Ewald Kjøldbro sendi Mentamálaráðnum sítt tilmæli um sparingar 28. januar í ár, so heldur hann framvegis fast um, at hann hevði einki politiskt signal fingið um, at undirtøka fór at vera fyri at játta fleiri pengar.
- Nei, hinvegin var tað alment kent, at man vildi ikki játta fleiri pengar til Marknagilsdepilin, sigur Ewald Kjøldbro ídag.
Skjølini í málinum vísa tó, at landsstýrismaðurin í mentamálum tók tilmælið frá Landsverki til sín, og 28. februar var lógaruppskot við eykajáttan á 64 milliónir liðugt orðað.
Broytta verklagslógin varð løgd fyri løgtingið 7. mars. Hon fekk sera jaliga móttøku, og tá avtornaði varð lógaruppskotið einmælt samtykt, 22. mars í ár.
Uppsagnarmálið móti Ragnari Juul Guttesen, við advokatum á báðum síðum, vardi tó væl longri enn viðgerðin av eykajáttanini um tær 64 milliónirnar. Og tá Bjørn Kalsø setti hakan í Marknagil, 15. apríl, var uppsagnarmálið hjá Ragnari Juul Guttesen framvegis ikki avgreitt.
Ikki fyrr enn advokaturin hjá byggileiðaranum hóttir við at kæra uppsøgnina til Innlendismálaráðið, tann 29. apríl, kemur ferð á málið. Ikki fyrr enn í mai mánað skrivar stjórin fyri Landsverk undir fráfaringaravtalu við Ragnar Juul Guttesen.
Men í dag hevur Ewald Kjøldbro ongar viðmerkingar til semjuna. Og stjórin vil heldur ikki svara, hví tað í mai mánað framvegis var neyðugt at siga Ragnar Juul Guttesen úr starvi við grundgeving um manglandi játtan og arbeiði, aftaná at hann hevði fingið eykajáttan á 64 milliónir, aftaná at hakin varð settur í og tíðarætlanin fyri arbeiðið annars framvegis var tann sama, sum tá Ragnar Juul Guttesen var settur í starv.
- Nei, eg havi onga viðmerking, svarar Ewald Kjøldbro.
Hann vil heldur ikki fyrihalda seg til kæruna, sum var á veg út í Innlendismálaráðið.
- Onga viðmerking, svarar Ewald Kjøldbro.

Góðskutrygging
Sum nevnt í aðrari grein hevði Ragnar Juul Guttesen fleiri viðmerkingar um verkætlanina í Marknagili. Viðmerkingar um manglandi ella sera vánaliga góðskutrygging av arbeiðnum. Viðmerkingar, sum eftir øllum at døma vístu á, at Landsverk kendi ov lítið til sína egnu verkætlan.
- Eg svari ikki uppá hatta har. Eg havi ikki fleiri viðmerkingar, sigur Ewald Kjøldbro, tá vit leggja hesar upplýsingar fyri hann.
Stjórin fyri Landsverk vil tó fegin siga, at Landsverk hevur eitt ”vælfungerandi” eftirlit ídag.
Spurdur beinleiðis, um hann kann tryggja at prísurin fyri Marknagilsdepilin, tilsamans 515 milliónir krónur, nú eisini fer at halda, svarar stjórin fyri Landsverk:
- Vit stýra prosessini so professionelt sum tilber. Og tað gera vit vit væl samansettum sáttmálum, eftirliti og góðari leiðslu, sigur Ewald Kjøldbro.
Hóast spurningurin verður endurtikin fleiri ferðir, so fæst stjórin á Landsverki ikki siga, at hann í dag kann veita vissu fyri, at prísurin heldur.
Tá fíggjarnevndin hjá løgtinginum í mars mánað setti stjóranum á Landsverki sama spurning, svaraði Ewald Kjøldbro:
- Meirkostnaðurin á 64 milliónir krónur er grundaður á framdar tillagingar og sparingar, ið Landsverk saman við ráðgevum og arbeiðstakarum, síðani 28. august 2012 hevur arbeitt seg fram til. Hetta arbeiðið er sostatt besta boðið, Landsverk hevur uppá ein kostnað, sum kann halda.