Tá drigið varð um lutaseðlarnar hjá Tórshavnar Ítróttarrráð tann 3. august, var Laura Poulsen í Hoyvík tann hepni vinnarin av einum Toyota Yaris.
Laura visti ikki av, at hon hevði vunnið bilin, fyrr enn umleið 10 dagar seinni, tá ein granni kom inn og spurdi, um tað var hon sum hevði vunnið bilin, sum var burturlutaður av Tórshavnar Ítróttarráð.
Nakrar smágentur seldu lutaseðlar í grannalagnum í Onnugøtu og Marinargøtu í Hoyvík, og Laura hevði keypt trýggjar seðlar.
Eina viku framman undan hevði hon verið hjá Reyni Service og spurt seg fyri, hvat ein nýggjur bilur kostaði, tí hon hevði ætlanir um at skifta bil. Tá visti hon ikki, at hon hevði vunnið ein bil til eitt virði av umleið 170.000 krónum.
Laura hevur koyrt við Toyota síðan 1979, hesin er tann sætti í røðini.