Burðardygd og vistfrøði hevur sera nógv at siga fyri alifyritøkuna TARI, sum eitt nú alir tara til matna. Tari í sær sjálvum er vistfrøðiligur matur, men ætlanin er nú at umskipa alt virksemið, soleiðis at tey vera púrasta Co2-neutral.
– Vit síggja framtíðarmøguleikar í at uppbyggja nakað umhvørvisliga burðardygt. Visiónin er at ala púra burðardygt. At minimera inntriv í tað natúrliga umhvørvið, har vit operera, sigur Agnes Mols Mortensen, sum saman við beiggja sínum Mortan eigur og rekur fyritøkuna.
– Vit ætla okkum at hava eitt negativt Co2-útlát, sigur hon í samrøðu við Sosialin.
At vera Co2-negativur merkir, at mann upptekur meira Co2, enn man gevur frá sær í framleiðsluni.
Hetta kann tykjast sum eitt stórt mál at seta sær, men Agnes heldur als ikki, at hetta er ógjørligt.
– Vit hava keypt eina turbinu, har vit koma at framleiða streym í Fámjin burturúr vatni. Alt hjá okkum kemur tí at koyra upp á varandi orkukeldur, greiðir hon frá.
Sostatt verður klekingarstøðin hjá teimum í Fámjin heilt grøn, og málið er tískil at framleiða uttan nakað co2-útlát yvirhøvur og at hava orku til avlops.
– Vøran, sum vit ala, upptekur eisini Co2, tá tað veksur, so tað ger eisini mun. Og tá AkvaNestini fara burtur, so fara tey í biogassverkið Førka, so tað verður til biogass. So vónandi røkka vit málinum um nakrar mánaðir, sigur Agnes Mols Mortensen við Sosialin.