- Eg visti, at vit vóru væl tryggjaðir, og eg visti eisini, at tað var einki, sum vit kundu havt gjørt øðrvísi. Tá illveðrið hasaði av, vísti tað seg, at skaðin var uppaftur størri, enn roknað varð við. Tað vísti seg nevniliga, at eisini tann parturin av høllini, sum stóð eftir, hevði fingið álvarsligan skaða.
Tað sigur stjórin í KJ á Kambsdali, Ólavur Asafsson Olsen, tá vit spyrja hann, hvussu felagið væntar at koma burtur úr støðuni, eftir at helvtin av timburhandlinum á Kambsdali fórst í herviligu ódnini jóladag.
KJ hevur fyri eini tíð síðan keypt bygningin frá Havnar Timburhandli til goymslu og handil, og hjá KJ vóru tey júst liðug at innrætta seg í 1600 fermetra stóra bygninginum, ið eingin hevði væntað kundi fara so illa í einari ódn, tó at ódnin jóladag var hørð og ógvuliga áhaldandi.
- Vit ætla at byggja høllina á Kambsdali uppaftur - júst soleiðis, sum bygningurin var frammanundan, og soleiðis sum samlaði bygningurin sá út. Hinvegin er støða ikki tikin til, hvat tilfar skal brúkast í byggingini, men eitt er tó vist, at bygningur verður bygdur sterkari enn frammanundan.
Ólavur Asafsson Olsen vísir á, at KJ er í samráðingum við Trygd um, hvussu fram skal farast, og hesar samráðingar hava verið positivar.
- Vit eru væl tryggjaðir, og eg eri sannførdur um, at KJ fer at koma væl burtur úr tí, sum hendi okkum í ódnunum um jólini. Vit fara í holt við at byggja upp aftur so skjótt, sum øll viðurskifti eru greið, og alt er komið upp á pláss, sigur stjórin í KJ.