Tað er alneyðugt at vit, ið bjóða okkum fram at standa á odda, taka ábyrgd og taka støði í okkara veruleika og menna okkum har frá.
Vit eiga at fyriskipa soleiðis, at tað fólk, ið veksur upp her kennir at tey hoyra til her og at brúk er fyri teimum og at tey gera mun.
Vit eiga at menna útbúgvingar møguleikar, ikki bara á setrinum, men eisini í fyrisiting, í handverksvinnuni eins og sjóvinnuni og skapað møguleika fyri arbeiðspláss við nýhugsan, so okkara unga fólk kennir, at tað er brúk fyri teimum her á landi, teirra arbeiðsorku og hugskotum og at tey gera mun.
Vit eiga ein ungdóm við ítróttarligum potentiali, og eiga at orða ítróttapolitikk.
Vit eiga ein ungdóm við tónleika, sjónleika, og skaldagávum.
Vit eiga at skipa bústaðarmøguleikar soleiðis at øll, eisini mammur við børnum kunnu búleikast her á virðiligan hátt.
Vit eiga dýrabarar møguleikar at menna ferðavinnuna.
Vit eiga ríkiligt tilfeingi í havinum og hava drúgvar royndir, men nógv at læra.
Vit eiga nógvar møguleikar á landi til framleiðslu, ið ikki eru framkallaðir enn.
Vit eiga dýrabart umhvørvið, ið vit eiga at fara væl um og menna burðardygt.
Vit eiga eldri fólk, ið eru gull verd.
Vit eiga at stemma av og gera upp leypandi so vit hava javnvág í samfelagnum.
Vit mugu skipa so fyri, at Føroyar eru fyri øll, at fólkið vil verða her og kann brúka sína vitan og orku her á landi.
Vit mugu skapa karmar, so fólkið kann liva sítt lív fult út her í Føroyum.
Vit mugu taka ábyrgd.
Føroyar mugu verða fyri øll.