Jan Müller
Millum framsøgumenninar á tingi tá uppskotið til oljulóggávu var til viðgerðar var eisini Óli Jacobsen úr Verkamannafylking í samgongu.
Hann rósti teimum, sum høvdu arbeitt við uppskotinum og segði, at aftan fyri tað liggur eitt megnar arbeiði og vísti til tí stóru og drúgvu frágreiðingina hjá Oljuráðleggingarnevndini: -Tað tykist eisini sum at hædd er tikin fyri øllum hugsandi, sum kann hugsast at henda í eini oljuvinnu. Hetta arbeiði er gjørt av serfrøðingum á økinum. Tí mugu vit hava álit á, at framlagda uppskotið er tað, sum vit hava brúk fyri.
Óli Jacobsen, sum herfyri var á kunningarferð í Noregi sum limur í Vinnunevndini, vísti til, at lógaruppskotið er eisini grundað á tær royndir, sum serliga norðmenn hava gjørt seinastu 30 árini.
Hann vildi geva málinum eina góða viðgerð í Vinnunevndini og segði tað vera sera umráðandi, at ein samd nevnd kemur aftur í tingið, sum so samt kann seta út í kortið.
Óli Jacobsen segði seg hava fingið nógv burtur úr ferðini í Noregi. -Tað mest áhugaverd har var, at allur norski oljupeningurin er við at gerast ein trupulleiki fyri landið. Stjórnin hjá Arbeiðaraflokkinum tapti jú valið herfyri, meðan Framburðsflokkurin var tann stóri vinnarin. Orsøkin til tapið hjá stjórnarflokkinum var, at hann helt aftur við at nýta burtur av oljupengunum, og var her serliga hugsað um støðuna hjá teimum eldru. Teir flokkar, sum nú hava fingið valdið, vilja samb. Arbeiðarafl. nú gjarða út. Tað verður spennandi at síggja, hvussu hetta fer at spæla av vísti Óli Jacobsen á og helt fram: -Nú skulu vit sjálvsagt ikki kanna okkum bitan fyrr enn han er svølgdur. Og oljuvinna kann vera sera ivasom. Men júst henda søtðan í Noregi sigur okkum, at oljupengar kunnu gerast trupulleiki, og vit eiga at fyrireika okkum uppá, hvussu vit vilja takla ein slíkan ?trupulleika?, um hetta kann kallast so.
Royndirnar frá Noregi
Óli Jacobsen brúkti ein part av síni røðu til at greiða frá støðuni í Noregi, eitt nú vísti hann á tann arbeiðsskapandi týdningin, sum oljuvinnan hevur fyri Noreg. Umleið 75.000 fólk arbeiða beinleiðis í oljuídnaðinum. Verða ?ringvirkningarnir? tiknir við verður roknað við, at oljuvinnan har gevur 150.000 fólkum arbeiði.
-Skulu vit sammeta hetta við føroysk viðurskifti skulu vit taka 1% av nevndu tølum, tvs. ávikavist 750 og 1500 fólk. Tað er eingin ivi um, at ein vinna, sum minnir um hetta vildi havt ein sera stóran týdning fyri okkara samfelag. Hon vil í hvussu er loysa stóran part av okkara arbeiðsloysistrupulleikum.
Óli Jacobsen vísti á, at arbeiðsumstøður og lønarviðurskifti hjá fólkinum á boripallunum eru sera góð. Fyri at arbeiða 145 dagar árliga og 12 tímar um dagin er endalønin 360.000 kr. Tað gevur eina dagløn uppá 2.500 kr. Men lønin er ymisk og varierar frá 300.000 til 700.000 kr.
So nógvir pengar eru annars í hesi vinnu, at norðmenn í dag bjóða donskum oljuserfrøðingum upp til 2 mill. kr. í ársløn fyri at virka har.
Fyrireika okkum
Óli Jacobsen helt annars, at tað fara at ganga nógv ár, áðrenn vit fáa nakra oljuvinnu. -Men hóast hetta mugu vit fyrireika okkum uppá, at fáa vit eina oljuvinnu, kemur hon at kappast við fiskivinnuna um manning. Og tá er sum er stórur munur á treytunum, sum kunnu bjóðast.
Tingmaðurin, sum eisini er formaður í Føroya Fiskimannafelag, sammetti lønirnar í oljuvinnuni við tær í fiskivinnuni, har ein ?normal? dekkaraløn á einum føroyskum fiskiskipi er 1000 kr. um dagin. Hetta er langt frá teimum lønum, sum eru á boripallunum.
-Tað er tí umráðandi at fáa útvegað fiskimonnum slík kor, at freistingin ikki verður ov stór. Tí vit vita, at føroyingar og serliga fiskimenn eru mobilir, sum tað eitur. Hetta merkir, at tær kunnu lættliga fara út einum øki í eitt annað, um fortreytirnar eru fyri tí.
Trygdin
Hann helt annars, at vit hava nógv at læra av norðmonnum og vísti her til trygdina. Hetta er eitt øki, sum teir leggja alstóran dent á, og tann sannroynd, at tað er ein norðmaður, sum tekst við trygdarviðurskiftini á føroysku oljufyrisitingini helt Óli Jacobsen eisini vera ein trygd í sær sjálvum. Og hetta sæst so eisini aftur í uppskotinum til oljulóg.
Fiskivinna og olja
Óli Jacobsen helt fyri, at tað er gott, um vit kunnu fáa eitt bein meira at standa á umframt fiskivinnuna. Hann helt eisini, at ein oljuvinna kann geva okkum høvi til at minka um eina órentabla fiskivinnu. -Tað kann vera nakað um hetta. Men vit eiga at hugsa okkum um minst eina ferð, áðrenn vit faa at ofra okkara fiskivinnu til fyrimuns fyri oljuvinnuna. Tí hóast stórur partur av okkara fiskivinnu kann tykjast órentabul, so er hon í hvussu er í løtuni tað einasta, sum vit hava.
Tingmaðurin vísti á, at ein oljuvinna kann vera til ampa fyri fiskivinnuna á fleiri økjum. -Og her er í hvussu er eitt øki, har vit ikki kunnu sammeta okkum við norðmenn, og hetta er viðvíkjandi støddini á havøkjum. Har kunnu vit bert hyggja eftir einum korti, so kann síggjast, hvussu stór øki norðmenn hava at ráða yvir, meðan vit hava okkara ?neyðars grunanr?, fyri at endurgeva J. F. Øregaard á sinni. Hetta merkir, at vit hava uppá seg nógv mikki pláss á sjónum og eisini á landi enn norðmenn.
Óli Jacobsen vísti á dømi, har ein oljuvinna kann ?hótta? fiskivinnuna, eitt nú seismiskt virksemi. -Tað verður ásannað, at slíkt virksemi ræðir fisk, meðan tað gongur fyri seg. Ein heilt uppløgd uppgáva hjá vinnunevndini verður at innkalla vinnuna at fáa greiðu á í hvønn mun hetta virksemið longu nú nervar teir, sum fiska.
Eisini vísti hann á, at útgerð eitt nú rørleiðingar á havbotninum kunnu darva fiskiskapinum. Hann helt tað mundi vera tí, at menn eru vorðin klókir av skaða, at rættuliga umfatandi reglur eru gjørdar fyri endurgjald- og skaðabøtur til fiskivinnuna.
-Hetta er útmerkað, og í tann mun sum eg framyvir veri formaður í Fiskimannafelagnum, verður tað spennandi at fáa ein leiklut í hesum. Tað er rættuliga umráðandi at fáa staðfest, at fiskimenn ikki verða fyri vanbýti í mun til reiðarar, tá endurgjald verður veitt. Men her í frágreiðingini er sera vísiliga ásett, at endurgjald skal býtast samb. sáttmálan millum Reiðarafelagið og manningarfeløgini. Hetta vil í flestu førum geva eitt rættvíst býti.
Avleiðingar fyri fiskivinnu
Óli Jacobsen segði annars, at hann hevði játtað at vera við í eini verkætlan um samfelagsligar avleiðingar fyri fiskivinnuna av oljuvinnuni. -Tað er ongantíð ov skjótt at fara undir hetta. Tað eigur eisini at vera kannað, hvørjar aðrar avleiðingar, sum kunnu vera í samfelagnum av eini oljuvinnu, so tær ikki koma ávart á okkum.
Hann vísti til, at í Noregi verða slíkar kanningar gjørdar, og tær eru ikki sørt áhugaverdar. -Sum eina møguliga avleiðing kann nevnast, at í Noregi fingu vit upplýst, at áðrenn oljuvinnan byrjaði var eitt ella tvey vertshús í Stavanger. Nú eru tey meira enn 100. Men um hetta hevði skapt størri trupulleikar við alkolismu vildu tey ikki vátta.
Óli Jacobsen vísti annars á, at læra frá Noregstúrinum er m.a. tann, at vit skulu ikki leypa framav. Vit skulu í minst møguligan mun nýta oljupengar, sum ikki eru til, og heldur hann, at hetta er rætt at leggja sær í geyma.
-Hóast tað kann vera freistandi, so mugu vit læra ikki at gjara út sum onkuntíð fyrr. Henrik Old úttalaði seg í Sosialinum herfyri, at hann óttaðist mest fyri, at vit fóru at fáa eina yvirupphiting í búskapinum, tí politikararnir fóru at gjara út sum fyrr. Hetta er púra rætt.
Óli Jacobsen helt eisini, at vit eiga at læra av norsku royndunum við einum oljugrunni, har oljupengar verða spardir um til komandi ættarlið m.a.
-Fáa vit vinning burtur úr oljuni, eigur hesin vinningur í ein heilt stóran mun at verða nýttur til tvey endamál. Annað skal vera at sleppa okkum burtur úr uttanlandsskuldini og hitt skal vera at sleppa okkum burtur úr tí eyðmýkjandi og mannminkandi stuðlinum frá danska statinum. Uttan mun til hvørt vit vilja vera í ríkisfelagsskapi við Danmark ella ikki, eiga føroyingar at vera samdir um, at vit eiga at fáa eitt samfelag, sum fíggjarliga skal hvíla í sær sjálvum og sum ikki skal vera heft av stuðuli frá øðrum.
Framsøgumaðurin hjá Verkmannafylking í samgongu minti annars á, at oljan má ikki fáa okkum at missa allan realitetssans. -Í Norðsjónum høvdu teir borað 30 hol uttan at finna olju. Teir vóru líka við at gevast, men royndu tó kortini eina ferð aftrat, og tað eydnaðist. Men framvegis er tað so, at tað eru nógv fleiri boringar, sum einki úrslit geva enn tær sum geva olju. Tí mugu vit síggja í eyguni, at vit vita als einki um møguleikarnar á hesum øki fyrr enn olja er funnin í slíkum mongdum, at tað loysir seg at útvinna hana. Inntil tað er hent mugu vit finna okkum í, a taka ein dag í senn og at fyrireika okkum sum frægast. Ein góð byrjan er at geva hesum uppskoti ta viðgerð, sum tað hevur fyri neyðuni segði Óli Jacobsen.