Vit eiga ikki at sita og bøla yvir størvunum

- Tað er ikki rætt, at tey ungu skulu sita virkisfús og bíða eftir at sleppa til verka, sigur Ívar Iversen, sum 1. mars fer frá sum útvarpsmaður. Hann heldur tað tó ikki vera lætt at gevast

67 er tað magiska talið hjá fólki í almennum starvi, tí tá noyðast tey at fara úr sínum fasta starvi.

Nú ein dagin fylti útvarpsmaðurin Ívar Iversen 67 ár, og tí eru hansara dagar sum fastur starvsmaður í Útvarpi Føroya nú taldir.

Røddin hjá Ívari hevur verið at hoyrt í útvarpinum síðan 1960.

Ívar lærdi til telegrafist í Keypmannahan, og sigldi fyrst við einum donskum farmaskipi.

Í 1955 kom Fiskanes, sum var flaggskip Føroya tá. Fiskans søkti eftir telegrafisti, Ívar søkti, og í fýra ár var hann við Fiskanesi.

- Eg kom tá at kenna nógvar menn - fleiri teirra eru enn á lívi, og nógvir eru farnir. Tað er eitt tíðarskeið í mínum lívi, sum eg ikki vildi verið fyriuttan.

- Eg fór av Fiskanesi, tí eg hevði so stóran áhuga fyri tónleiki, og eg fór so til Noregs og til Danmarkar, har eg spældi hjá ymsum oganistum og las musikkteori.


Óspennandi á Loran

- Men í 1959 søkti Loran-støðin á Eiði eftir telegrafisti. Eg søkti, og fekk starvið.

- Ótrúligt, at eg havi fingið øll størvini, eg havi søkt. Eg veit ikki hví.

- Eg fór so til Eiðis í oktober 1959. Henda umstrídda støðin skuldi vera eitt sovorðið serligt tekniskt fyribrigdi, ið kundi peila kavbátar og flogfør. Kalda kríggið var tá í hæddini.

Tá eitt ára sáttmáli mín gekk út, fekk eg í boði at halda fram, men tað hevi eg ikki hug til, tí arbeiðið var so óspennadi.

Tá eg hevði sagt Eiði og Loran-støðini farvæl og var á veg aftur til Kvívíkar, fór eg omborð á bátin á Oyri. Hvør sat tá har umborð? Jú, Axel Tórgarð, sum var farin frá sum útvarpsstjóri og hevði fingið embætið í Kvívík. Axel kendi eg frá tí, at hann var niðri og lærdi til prest, tí eg var sjalvur niðri í fimti-árunum.


Far og hjálp Niels Juel!

- Axel spurdi, hvat eg nú fór at gera. Eg segði, at eg var farin av Loran-støðini, tí arbeiðið var so óspennandi, so eg ætlaði mær út aftur at sigla, tí eg livdi so væl á sjónum.

- Kanst tú ikki fara suður at hjálpa Niels Juel Arge í útvarpinum, segði Axel Tórgarð, sum visti, at eg var telegrafistur, og eisini visti hann, at eg kendi Niels Juel.

Niels Juel hevi biðið Axel hjálpa sær við at finna onkran at koma i útvarpið.

- Eg helt við Axel, at eg kundi fara at vita, men eg ætlaði mær út aftur at sigla.

Eg dróg so á hetta, men tað var so skjótt, at Niels Juel ringdi og spurdi, um Axel ikki hevði tosað við meg.

- Vælsignaður kom og hjálp mær, segði Axel.

- Hetta var miðan august mánað, mitt í hoyggingartíðini, og vit høvdu nógv at hoyggja. Eg tosaði við pápa, og hann bað meg fara, tí tey vóru nóg væl mannað.


Skrivaði rokningar

Eg fór so í útvarpið.

Tað fyrsta, eg varð settur at gera var at skriva kunngerðirnar út fyri at kunna senda tær út sum rokningar. Tað arbeiðið hevði alt ligið á láni. Eg varð settur til hetta, tí eg hevði lært at skriva á maskinu, og eg skrivaði skjótt. Kunngerðirnar kostaðu so og so nógv fyri orðið.

Nakað heilt annað var, at lítið o einki kom inn aftur, tí kunngerðirnar vóru lisnar, og útvarpið kundi ikki stevna.

- So bað Niels Juel meg umseta eingilskmannin. Eg dugdi hampiliga væl enskt, men eitt er at tosa túnatos við aðrar telegrafistar, annað er tað skriva, men tað gekk.

Vit fingu ikki onnur útlendsk tíðindi enn tey, sum vit stjóru frá normanninum, danskaranum og eingilskmanninum.


Trongligt

Útvarpið hevði bara trý rúm á Brygubakka tey fyrstu árini. Eitt forkontór, eitt rúm har tað sindrið av teknikki vit høvdu var, og so eitt studio, sum vendi oman móti Vágsbotni.

- Eg minnist eina ferðina, eg kom norður til Kvívíkar, at systir mín segði seg hava hoyrt í útvarpinum, at Tróndur leggja at. So væl hoyrdist inn. Tað hevði ikki gingið í dag.

So søkti útvarpið eftir fólki, og eg søkti annaðhvørt teknikaraarbeiðið ella progranmmarbeiðið. Men Niels Juel helt, at eg heldur skuldi hava programmarbeiðið.

Eg var til mikrofonroynd hjá útvarpsnevndini, sum var Knút Wang, Ólavur Michelsen, Jóhann Nielsen, Marius Johannesen og Georg Lindenskov Samuelsen, sum hildu meg hava hampiliga rødd, og so varð eg settur.

Teknikarin Marius Rein byrjaði sama dag sum eg, 1. september 1960.


Góð løn

Eg fekk bræv frá landsstýrinum, undiskrivað av Petur Mor Dam, løgmanni, at eg var settur sum fastur starvsmaður. Lønin var 1050 krónur um mánaðin, og tað var ikki lítið tá. Niels Juel fekk 1250 krónur sum stjori.

- Bleiv tað av fólki roknað fyri arbeiði at vera í útvarpinum?

- Nú var tað so, at eg hevði verið til skips, hevði gjøt mína hertænastu, sum danir siga.

Men eg minnist rinaferð, onkur hevði verið á sjúkrahúsinum og vitjað onkran, eg kendi, og teir høvdu tosað um meg og mína rødd. »Men hvat ger hann annars?« »Jú, hann arbeiðir í útvarpinum.« »Men tað eru bara nakrir minuttir«, helt hesin.


Bara um fiskiskap

Føroysku tíðinmdini tá vóru at siga, hvar føroysku skipini, sum sigldu niður við ísfiski, høvdu selt. Tað hevði stóran týdning, hvussu tað vignaðist hjá hesum skipum, og hvat tey, sum varaðu av, fóru at fáa.

- Tað var óalmindiliga strævið at koma ígjøgnum at fáa hesi føroysku tíðindini. Eingin automattelefon var komin tá. Elias í Rættará sat har og ringdi til telefonstøðina í Havn og bað um samtalur til tey plássini, har hugsast kundi, at nakar fiskur var blakaður upp á land. Tað var stórarbeiði, og Elias fekk ikki altíð tíðindini fram, tí so var telefonin bundin.

Tíðindini blivu long. Tey, sum vardu av, lurtaðu fegin eftir tí, og tey, sum einki høvdu við tað at gera, hildu tað vera ómetaliga keðiligt, hvat tað óivað eisini hevur verið.

Elias bað altíð um tíðindasamtalur, tí tær vóru bíligari enn vanligar samtalur. Tað høvdu vit fingið ígjøgnum fyri at minka um útreiðslurnar.


Eitt eljustríð

Annars fekk útvarpið ongan stuðul. Útvarpið skuldi klara seg sjálvt. Men fyri at hjálpa útvarpinm eitt sindur fíggjarliga, varð loyvt útvarpinum at senda kunngerðir, men handilsligar máttu tær ikki vera. Tær kunngerðirnar áttu bløðini, og teir flestu í útvarpsnevndini, sum var politikt vald, vóru blaðstjórar og slíkir. Teir ansaðu væl eftir, at eingin politiskur flokkur fekk fyrimun, og at útvarpið ikki tók nakað frá bløðunum.

Hetta var ikki til at liva við hjá útvarpinum, og til endans varð tað so galið, at tá ein kommuna í eini bygd lýsti við, at skrúvað varð fyri vatninum frá einum ávísum húsum til handilin hjá tí og tí, so bar ikki til, tí tað kundi virka sum reklama. Tað bleiv til eitt eljustríð, hvussu komast kundi burtur úr hesum. Um onkur mótmælti, beitti vit hann á Elias í Rættará, sum var eitt einastandandi menniskja og ein sterkur persónur. Hann stríddist. Tað var eingin rímiligheit í tí, men til endans varð alt slept, og tá vóru Elias og aðrir eisini nógv píndir.

- Og nú ber til at lýsa við øllum.


Sendu í hálvan tíma

Vit vóru leingi bara fýra í útvarpinum, Niels Juel, Elias, Marius og eg, sum Mitens hevði lænt útvarpinum úr landstýrinum. Hartil er at siga, at tá var senditíðin bara hálvur tími, frá 20 miuttir yvir tólv til 10 minuttir í eitt.

Tað helt Niels Juel vera ov lítið, men tað skuldi einki kosta. Útvarpið fekk onga játtan.

- Eg vil siga, at útvarpið var frá byrjanini eitt býtisbarn. Tað var komið, og Mitens visti, at tá tað var komið, vildi eingin av við tað. Men pengar vórðu kortini eingir játtaðir.


Døgurða afturfyri

- Tú skalt minnast til, at nógv av tí, sum varð gjørt í útvarpinum, og til V4 kom, varð gjørt fyri einki. Niels Juel plagdi at løna øllum hesum fólkunum, sum arbeiddu fyri einki, við einum góðum døgurða fyri jol, ræst kjøt og súpan. Tá høvdu øll hesi menniskjuni, Oskar Hermansson, Poul Arne Joensen, Flemming Samuelsen, Olivur Næss, Taummas Napoleon Djurhus, fyri at nevna nøkur, gjørt alt hetta arbeiðið, bara tí teir hildu tað vera spennandi. Teir fingu ikki eitt lúsa oyra aftrfyri, tí einki var at gjalda við.

Eitt árið helt Niels Juel tað vera nóg mikið. Hann bað meg ringja til Hafnia, og so ringdi hann til Hákun Djrhuus, sum var løgmaður, og hann ringdi eisini til Niels Winther Poulsen, sum var landsstýrismaður.

Og so beyð hann øllum við til at eta ræst kjøt og súpan.

Eg fór at buka nakrar turrar fiskar, spik átti eg, og tað var so mítt ískoyti.

Harvið fingu hesi fólkini eina frálíka takkarløn, og tað kostaði ikki útvarpinum eitt oyra.


Kravdi styrki

Niels Juel var ein megnar persónur. Hann kundi vera harðligur í sínum metingum, men hevði hann ikki verið tað, gekk tað ikki. Ein veikari persónur hevði ikki klárað uppgávuna.

Útvarpið kundi ikki halda fram við so lítlari manning, og so ein dag fann Niels Juel upp á ráð og ringdi til Nygaard, rektaran á studentaskúlanum, og spurdi, um har ikki var onkur dugnaligur næmingur, sum kundi hjálpa.

So kom Hans Jacob Debes, sum var sera dugnaligur.

Tá hann var liðugur og fór niður at lesa, ringdi Niels Juel aftur til Nygaard, og tá kom Finnbogi Isaksen, sum fór tann vegin, og Árni Absalonsen kom eisini tá.

Finnbogi var væl begávaður, og hin ikki minni. Men munurin á teimum var, at Árni altíð hevði í hvussu er annað beinið á jørðini, meðan hin viðhvørt hvørki beinið nart við jørðildið.


Fór skeivan veg

So rann upp tann dagur, á útvarpið flutti í útvarpshúsið í Sortudíki.

- Eg arbeiddi á Bryggjubakka frá 1960 til 1981, í einum umhvørvi, har vit kundu fylgja við lívinum. Tað hvarv alt, tá vit fluttu. Eg saknaði tað nógv, men tað var eisii oalmindiliga pennandi at flyta niðan í eitt nýtt hús, sum var bygt til endamálið.

Niels Juel var nokkso áfallin. Hann vildi hava, at eg skuldi lesa seinastu tíðindasendingina á Bryggjubakka og ta fyrstu í nýggja úsinum, tí eg hevði verið longst. Og eg gjørdi, sum hann segði.

Eg veit ikki, hvar eg treivst betur. Tey fólkinmi, eg hevði samband við har niðri, høvdu ótrúliga stóran týdning, men tá vit fóru niðan í 1981, segði Niels Juel, at nú høvdu vit ikki so nógv eftir har niðri, og hann nevndi teir Rubbek, Jóhann á Shell og Radio-Karl, sum allir vóru farnir.

Eftir at hava arbeitt á Bryggjubakka í 21 ár, fór eg omaneftir tann fyrta morgunin, eg skuldi á vakt. Eg gekk og hugsaði um okkurt annað og var komin heilt oman til Katolikkakirkjuna, tá eg knappliga varnaðist, at eg av gomlum vana fór omaneftir.


Omman dugdi

Fólk flest hava stóra viring fyri Ívari fyri hansara hepna málburð, at duga væl at taka til.

- Tey hjá okkum í Kollinum í Kvívík vandðu sær sera væl um málið, hvussu tey orðfóru seg og málbóru seg, og tað hoyrist aftur í málinum, hvssu neyvt samband vit hava havt við náttúruna. Eg haldi, at omma vandaði sær so nógv um málið og pápi við.

Eg veit ikki, um míni fyrstu handrit í útvarpinum eru til enn. Tá noyddust vit at trilva okkum fram. Orðabøkur vóru ongar at halla okkum til, men onkuntíð ringdi eg og spurdi teir málkønu.

Ívar er vanur við, at onnur spyrja hann til ráðs í málsligum spurningum, tí hann er so stinnur.

- Eg eg fái ilt, tá onnur ikki duga og skriva skeivt. Ikki minst tá føllini eru skeiv, og tey brúka skeivar fyrisetinginar.


Lært at spæla

Ívar hevur altíð havt stóran áhuga fyri tónleiki.

- Pápi var so nær knýttur at øllum kirkjuligum handlingum.

Hann hevði harmonium, spældi klaver og spældi í kirkjuni.

- Eg var sera áhugaður í spælinum, og eg var bara 12 ára gamal, tá eg byrjaði at spæla í kirkjuni í Kvívík.

Eg spældi altíð, tá eg var heima, og so fann eg uppá sum nevnt at fara burtur at útbúgva meg. Men eg hevði ongantíð bindindi til at gera nakað burtur av mær.

Eg lærdi meg víðari, og eg klári at spæla til eina gudstænastu, men eg havi ongantíð gjørt meg til konsertspælara.

Eg spæli bæði í Kvívík, í Vesturkirkjuni onkuntíð og á Lágargarði.


Fyltur 67 ár

Ein dag í juli mánaði í ár fekk Ívar bræv frá landsstýrinum, sum seði hann úr starvi frá 1. mars 1998 at rokna. Hann fylti 67 14. desember.

Hvussu kendist tað at áa uppsøgnina fyri aldur, tí tú hevðiorkað at hildið fram?

Eg fari frá í øllum góðum, men sigi eg, at eg ikki fari at sakna arbeiðið, so sigi eg ósatt. g havi starvast her í so nógv ár, ongantíð havi eg havt farloyvi, og sjúkradagarnir hava verið fáir. Hetta arbeiðið hevur verið høvuðsinnihaldið í mínum lívi. 37 ár hava sett sína slóð eftir seg.

- Eg veit ikki, hvat eg fari at gera. Ikki ber til at bruka meira tíð til jørðina, hon er bara har.

- Onkur heldur tað vera nógv fyri at noyðast frá, tá man er 67. Men ert tú líka væl fyri, tá tú ert 70 ár, hvat so? Handa grundgevingin heldur ikki. Tað rætta hevði kanska verið, at sett eftirlønaraldurin niður í 60 ár, soleiðis at fleiri ung sluppu framat

- Tað snýr seg um at loysa okkum úr føstum starvi, á vit koma í henda aldurin, men harfyri kunnu vit gera okkurt, so leingi sum høvdið virkar. Vit verða ikki kastað fyri bakka sum so.

- Tað kann ikki vera rætt, at fólk skulu sita og bøla yvir einum starvi, til tey eru avdeyða og skulu rekast út, meðan tey ungu sita og bíða virkisfús. Tað hevði verið órímiligt, sigur Ívar.