- Vit kunnu tosa um ein fólkatalsfrøðiligan jarðskjálvta, sigur Hans Pauli Strøm, sosiologur á Hagstovu Føroya.
Í hópflytingini, sum var í verstu kreppuárunum, fluttu ikki færri enn 16.-17.000 føroyingar. Til og úr Føroyum. Hetta er triðingurin av fólkatalinum og er í sjálvum sær ótrúligt.
- Hóast hesa stóru rembingina og skelkandi rørsluna í bruttotølum er búsetingarmynstrið øgiliga støðugt og nær um tað sama sum áðrenn kreppuna. Hetta sjálvt um ein stórur ójavni hevur verið í umstøðunum á ymsu plássunum. Skattaprosentið í ymsum kommunum hevur ligið á 22-23 %, í øðrum niðri á 16-17%. Samstundis er øgiliga stórur munur á arbeiðsplássum. Summa staðni hevur verið øskukalt, aðra staðni nóg mikið av arbeiði. Tað er ótrúligt, at búsetingarmynstrið ikki er broytt stórvegis. Niðurstøðan má vera tann, at soleiðis vilja føroyingar búgva, og tað eiga vit at leggja okkum í geyma, nú "arkitektar" leggja ætlanir um, hvussu Føroyar skulu skipast í framtíðini, sigur Hans Pauli Strøm.
Hann kennir einki dømi aðra staðni frá, ið hevur víst, at ein triðingur av fólkatalinum hevur tikið klæðsekkin á ryggin og er fluttur í friðartíð.
- Vit skulu nærum aftur til írskar tilstandir fyrst í øldini fyri at finna eitt dømi, har so nógv fólk eru flutt. Og tað er annars eitt serdømi í heimssøguni. Hópfráflytingin úr Føroyum hevur tó ikki verið so ring. Munurin er, at vit hava havt skipað viðurskifti, ið gjørdu at nógvir trupulleikar vórðu loftaðir. Fólk høvdu møguleika at vera mobil uttan at kvetta við alt. Nógv fóru av landinum at arbeiða, meðan familjan var eftir. Longu tá høvdu vit av tradisjón ein víðan arbeiðsmarknað, og tað er ein fyrimunur vit altíð hava havt. Føroyingar hava altíð verið vanir við at fara av landinum, tá ið á stendur.
Nøkur fylgja ikki við
At tey sum koma og eru komin heim aftur velja at búseta seg í Havn, sum mangan verður ført fram, er ikki rætt sambært Hans Paula Strøm.
- Til- og fráflyting gongur ofta í stigum og í fyrsta stigi steðga nógv í Havn. Fólkavøksturin í Havn er als ikki so nógv størri enn hann er fyri alt landið. Tað er yvirdrivið og skeivt at siga, at Havnin er undir einum øgiligum trýsti. Ein av avleiðingunum av flytingini kundi verið, at alt búsetingarmynstrið vendi upp og niður og at flest fólk fóru at seta seg búgv í miðstaðarøkinum. Men veruleikin er, at tað er onnur øki í Føroyum, ið vaksa við somu ferð sum Havnin.
- Fara vit tvey ár aftur í tíðina var konsentrasjónin stór rundan um miðstaðarøkið, tá ið tað sunnasta av Skálafjørðinum er tikið við. Nú framgongd hevur verið í fólkatalinum í trý ár eru tað bara trý øki í Føroyum, ið ikki fylgja við. Og tey eru Suðuroyggin, Sandoyggin og Vágoyggin. Ikki at tala um Fugloynna og Mykines, ið eru komin niður um kritiska punktið. Fólkatalið minkar stútt og spurningurin er bara um ár, tá plássini eru fólkatóm. Fyri trimum árum síðani var tað tepurt í Norðoyggjum, men nú er gongdin vend.
- At politisku myndugleikarnir í høvuðsstaðnum gera hetta til ein trupulleika og siga, at trýstið er stórt, er tí, at fólkatalið er so stórt. Sjálvt smáar broytingar geva nógv fólk í tali. Veruleikin er, at tað eru bara 2% fólk fleiri í miðstaðarøkinum nú enn í 1989. Og tað er einki at tosa um, sigur Hans Pauli Strøm.
Samferðslan avgerandi
Tað er vanligt, at fólk ferðast ímillum heim og arbeiðspláss. Um nøkur broyting kemur í, um eitt stórt arbeiðspláss kemur í miðstaðarøkinum orsakað av eini møguligari oljuvinnu, fyri at taka eitt dømi, er bert um tað er samferðsluliga møguligt, sigur Hans Pauli Strøm.
- Suðuroyingar fara neyvan at flyta til Havnar av teirri grund. Og júst samferðslan er altavgerandi fyri, hvussu búsetingarmynstrið er. Vit síggja, at orsøkin til, at tað eru nøkur øki, ið hava lyndi til at detta burtur ímillum, botnar í samferðslumøguleikunum. Hinar Føroyar, sum hanga saman, fylgjast. Kemur eitthvørt vinnuligt virksemi í tí økinum fer tað at gagna viðkomandi øki og ikki øðrum viðvíkjandi arbeiðsmegi.
- Tað hevur víst seg í Suðuroynni og Sandoynni, at tað hevur ikki verið nóg mikið at fingið gongd í fiskivinnuna aftur. Tað dragsar ikki einsamalt ferðina upp á sama stig sum í teimum økjum, har framgognd er í fólkatalinum. Samferðslan er avgerandi fyri um nakað eydnast ella ikki.
Ein íløga
At føroyingar eru so staðbundnir merkir kortini ikki, at teir ikki kunnu stinga av og koma aftur. Flytførið ella mobiliteturin hjá føroyinginum hevur langar søguligar røtur.
- Vit høvdu eisini kreppu í 50-unum og tá fluttu fólk í hópatali. Tey árini arbeiddu nógvir menn uttanlands ein part av árinum og familjan var verandi heima. Í 60-unum tekur menningin í útlondum dik á seg. Munurin millum viðurskiftini í Føroyum og Danmark gjørdist so stórur, og fráflytingin til Danmarkar var stór øll sekstiárini. Samstundis høvdu vit eina menning í Føroyum, hon var bara ov lítil. Kvinnufráflytingin var øgilig í 60-unum. Tá ið vit koma til 70-ini síggja vit aftur eina kvika flyting. Í 1972 var oljukreppa og stórt arbeiðsloysi í kjalarvørrinum í Danmark og longu árið eftir er nettoflyting til Føroyar. Hetta sama sóu vit í 90-unum, at fólk flyta beinanvegin kreppan kemur.
- Øll útbyggingin av kvinnuarbeiðsmarknaðinum hendi í 70-unum. Tá byrjaði alt sum hevur við tænastu at gera. Heilsuøkið, peningaverðin og undirvísingarstovnarnir komu, og tí var ein tilflyting gjøgnum øll 70- og 80-ini til Føroya. Móti endanum á 80-unum kom so skrædlið. Tey allarfyrstu tekini um eina kreppu komu um ársskiftið 1988/89, fyrstu tiltøkini at tálma kreppuni komu tá og beinanvegin var ein stór nettofráflyting. Gongdin, sum tá hevði vart í 15 ár koppaði.
- Tá fyrstu tekini koma í 1995, at nú er botnurin náddur og vit hóma eina lítla framgongd, kvinkar fólkatalið uppeftir og vit fáa eina tilflyting. Flyting er ein máti, sum fólk hava at laga seg til umstøðurnar. Eru viðurskiftini ikki til vildar flyta føroyingar uttan nakað himpr. Kravið má vera, tá ið politikararnir seta eitthvørt í verk, at liviumstøðurnar ikki broytast so mikið, at vit fáa hesar reaksjónirnar, sigur Hans Pauli Strøm.
Flytingin hevur eisini eina positiva síðu. Fólk vilja ikki vera verandi fyri ein og hvønn prís, - tey flyta fyri at liva eitt betri lív.
- Og tað er gott. Eru umstøðurnar ikki til vildar stinga fólk av. Líka so skjótt sum ein spíri er til ein bata koma fólk aftur, sigur Hans Pauli Strøm.
Vit tosa um eina metstóra nettotilflyting til Føroya. Vit skulu heilt aftur til 1948 fyri at finna eitt líknandi dømi. Men vit mugu samstundis staðfesta, at bert ein av hvørjum tíggju sum fluttu, eru komin aftur.
Hvat so við hinum, ið ikki eru komin aftur?
- Tey skulu vit síggja sum møguligir tilflytarar. Ikki sum eitt tap, men sum eitt potentiali, ið hvønn dag sum gongur veksur í virði í og við at tey nema sær ein førleika meðan tey eru burtur. Tað gagnar teimum og føroyska samfelagnum, tá ið tey koma aftur. Nú eru sjey ár farin síðani tey fyrstu fóru og ganga trý ár afturat uttan at fleiri flyta heim aftur, ivist eg í, um tey yvirhøvur koma. Tað vísir gongdin, sigur Hans Pauli Strøm.
- Tey koma ikki aftur fyri ein og hvønn prís. Hesi fólkini, ið eru farin eru ikki bert virðismikil, tí tey hava nomið sær ein førleika, men tí at tey seta krøv til føroyska arbeiðsmarknaðin og tí, at tey seta kritiskar fingrar á ymiskt, ið ikki er í lagi. Og at seta krøv ger, at nakað batnar. Øvugt mennist einki. Lønarlag og øll viðurskifti, ið hava við føroyska arbeiðsmarknaðin at gera, mugu vera í tráð vit tað sum er galdandi uttanlands. Annars fáa vit ikki gagnnýtt tilfeingið sum er hesi fólkini. Henda humana kapitalin, sum vit eiga á bók í útlondum. Skulu vit hava tey aftur mugu vit ikki skrúva føroyska arbeiðsmarknaðin niður, men heldur síggja øll Norðurlond og grannalond annars sum okkara arbeiðsmarknað. Vit skulu verða ein partur av øðrum arbeiðsmarknaðum, tí er lívshættisligt at innibyrgja okkum. At føroyingar eru alla staðni er ein dygd, ein íløga, ið verður realiserað, tá ið tey koma aftur.