Seinasta góða samdøgurðið ella so hava viðmerkingarnar á sosialu miðlunum verið nógvar í málinum um seinnu hálvfinaluna millum VB og Kyndil.
Suðuroyingum so líkt, so hevur talan eisini verið um meira enn tað eina prikið, men lýsingin omanfyri man tó bera prísin í so máta.
“Okur eiga Smyrol” tykist nú vera søga, og ístaðin liggur grøna strandfaraskipið til reiðar at tæna grøna havnarfelagnum, so sleppast kann suður og norð upp á høgligasta møguliga máta.