- Faroe Jet hevur gjørt av at fara í gjaldsteðg og hetta kunnu vit bara taka til eftirtektar, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, nú FaroeJet gevst.
- Vit vóru boðin á fund við FaroeJet fríggjadagin, og har komu vit ásamt um, at taka um endan, bæði viðvíkjandi ferðafólkum, sum hava bílagt og goldið ferðaseðil til jóla og viðvíkjandi flogfarinum, sum vit yvirtaka. So nú royna vit at medvirka til eina virðiliga loysn, sigur Magni Arge, sum eisini sigur seg harmast vegna tey, sum hava sett pening í felagið og vegna starvsfólkini, ið nú eru søgd úr starvi.
- Men hetta ger ikki, at vit koma aftur í eina monopolstøðu, tí vit eru alla tíðina í kapping við onnur, sum standa til reiðar at koma inn á marknaðin, um vit ikki virða marknaðartreytirnar, sigur Magni Arge, sum staðiliga undirstrikar, at prísirnir ikki fóru ikki upp, tá felagið var einsamalt fyri knøppum ári síðani.
Spurdur, um hann hevur nakra frágreiðing um, hví FaroeJet ikki hóraði undan, sigur Magni Arge, at hann í og fyri seg ikki hevur hug til at greiða frá sínari hugsan, men at hann gav felagnum eini góð ráð, tá tað var stovnað.
- Tá segði eg í sjónvarpinum, at eitthvørt felag má vinna pening. Um tú brúkar av stovnsfænum, verður tað ikki tú, men onnur, sum stýra virkseminum, sigur hann. Og hann skoytir uppí, at tað altíð verður tungt at fáa virksemið at løna seg, tí marknaðurin er so lítil í Føroyum, og tí er neyðugt at fáa inntøkur aðrar vegir eisini.
Spurdur, um starvsfólkini, sum nú eru søgd úr starvi hjá FaroeJet kunnu fáa arbeiðið hjá Atlantic, sigur Magni Arge, at øll eru vælkomin at senda teimum eina umsókn.
- So mugu vit taka tað upp tá, sigur hann, og vísir eisini á, at ongar ætlanir í løtuni eru um at avtaka Súluskipanina, nú felagið aftur er einsamalt á Føroyaleiðini.