Suðuroyingar eru hart raktir av verkfallinum, og vøruútboðið í handlunum er nógv skert.
? Tað er tómligt á hillunum, men vit fáa framvegis breyð og mjólk. Hinvegin mangla vit sukur, ger, eplir, frukt og annað, sigur Gert Levisen, leiðari í Keypssamtøkuni á Tvøroyri.
? Vit ætla at hava opið, men um S&K heldur fram við sínum verkfalli, so verður tað sera trupult at hava opið, sigur hann
Í gjár var leiðarin einsamallur til arbeiðis á FK, tí øll hini 8 fólkini vóru farin í verkfall. FK á Tvøroyri stongdi í gjár, og leiðarin brúkti dagin til vøruteljing.
? Um S&K heldur fram við verkfallinum, so verður tað trupult hjá okkum at hava opið, tí øll starvsfólkini hjá okkum eru í fakfelagnum, sigur Gert Levisen.
Hart rakt
Aðrir handlar hava eins truplar umstøður, tí eingin veruligur farmaflutningur hevur verið til Suðuroyar, síðani verkfallið byrjaði.
Treytin fyri, at Smyril sleppur at sigla er, at hann ongan farm tekur, og hesa treyt roynir Strandferðslan at uppfylla.
? Vit eru hart rakt í Suðuroy, so tað er einki at siga til, at vit ynskja, at rættlag kemur íaftur, sigur Gert Levisen.
Stóru matvøruhandlarnir í Suðuroy eru merktir av verkfallinum ? bæði tí hjá arbeiðarafeløgunum og hjá S&K ? og umframt manglandi vøruútboð stríðast teir nú eisini við vantandi starvsfólk.