Fótbóltur
Foreldur Inga Højsted, John og Ása Højsted, hava góðar vónir fyri syni sínum Inga í Arsenal. Tá vit spurdu John, um hann ikki er bangin fyri at lata son sín fara til Arsenal, sigur hann, at tað er hann ikki.
- Fyrst var Ingi og royndarvandi í Arsenal, har hann seðgi okkum, hvussu tað var. Vit vóru sjálvandi atfinnandi at byrja við, kanska serliga mamman. Men eftir at vit hava verið niðri í London og sæð umstøðurnar, eru vit ikki bangin at lata hann fara. John sigur, at umstøðurnar eru sera góðar, og at leiðslan og ungdómsvenjararnir taka sær sera væl av dreingunum í Arsenal.
Mamma Inga, Ása, sigur eins og maðurin, at tey vóru sera skeptisk at byrja við, men at tey nú vita, at Ingi er í góðum hondum, eftir at hava verið har niðri og sæð umstøðurnar og møtt venjararnar í Arsenal.
John Højsted sigur, at Ingi hevur spælt fótbólt síðani hann var heilt lítil, og um hetta er tað hann vil, vilja foreldrini ikki forða honum at fara.
Spurdur, um hann einaferð væntar at síggja Inga á besta liðnum hjá Arsenal, sigur John, at tað væntar hann.
- Um hann verður eins áhugaður og hann hevur verið, skuldi møguleikin avgjørt verið til staðar, endar John Højsted, pápi møguliga komandi stjørnu á besta liðnum hjá Arsenal, Inga Højsted.