- Vit eru ikki fúlir longur

Portalurin fekk eitt prát við Páll Oddur Lamain Rubeksen, ein av oddamonnunum í sera væl umtókta bólkinum Páll Finnur Páll, um festivalar, tónleik og menningina hjá bólkinum gjøgnum skjótt 10 ár.

 

- Vit spæla heilt seint í kvøld, kl. 03, og tað er fínasta slag, sigur Páll Oddur, sum saman við PFP skal enda Summarfestivalin 2012.

 

- Veðrið verður gott, so eg vænti tað verða propfult inni í tjaldinum.

 

Ólíkt undanfarnum árum hava PFP havt eitt ógvuliga friðarligt summar, tá tað viðvíkur konsertum. Einans tvær konsertir er tað vorðið til í summar.

 

- Tað hevur bara ikki ligið fyri hjá okkum at spælt. Sjálvur havi eg verið niðri og skrivað speciali, og onkur annar hevur verið upptikin við okkurt annað.

 

- Fleiri hava biðið okkum um at spælt, men vit mugu bara takka nei, sigur Páll Oddur, ið saman við PFP onnur summur hevur spælt so at siga hvørt vikuskifti.

 

- Tað følist eitt sindur tómligt ikki at skula spæla so nógv. Men hinvegin er tað eisini fínt við einari pausu.

 

Páll Finnur Páll góvu sína fyrstu fløgu út í 2003 og síðan tað, hava teir givið tríggjar fløgur út aftrat. Sambært Páll Oddi er bólkurin broyttur nógv hesi árini.

 

- Í byrjanini høvdu vit onki at bekymra okkum um. Vit kendu ongar avleiðingar, so vit koyrdu bara á. Skrivaðu sangir júst so, sum vit høvdu hug til. Man kann siga, at vit høvdu ongar bremsiklossar, sigur Páll Oddur.

 

- Nú eru vit vorðnir meira fýrakantaðir, og vit hugsa nógv meir um hvat tekstir, vit skriva. Vit eru ikki líka fúlir, sum vit hava verið, tí alt tað hava vit skrivað um í gomlum døgum, og tað nyttar ikki at blíva við at hanga har.

 

Um stílin og hugburðin hjá PFP í dag sigur Páll Oddur:

 

- Man kann siga, at vit eru blivnir meira seriøsir. Annars høvdu vit heldur ikki verið komnir so langt. Áhoyrararnir hava goldið pengar fyri at lurta eftir okkum, so mugu vit hava so mikið av virðing fyri teimum, at vit geva teimum tað aftur, sum tey hava uppiborið.

 

- Vit ynskja í dag at skriva góðar tekstir um tingini, sum røra seg í okkara samfelag og dagligdegi. Vit ynskja, at okkara tekstir eru djúpir, so fólk kunnu grava seg niður í teir og finna onkran vísdóm, sigur Páll Oddur avgjørdur.

 

Hóast næstan 10 ár á baki so hava PFP ongar ætlanir um at gevast.

 

- Ætlanin er at spæla so leingi, sum tað verður okkum unt. Vit hava longu skrivað onkrar nýggjar sangir, sum vit vóna kann koma á eina fimtu fløgu um ikki ov langa tíð, sigur Páll Oddur.