Vit eru klár – og vit eru væl fyrireikað

Hetta eru óvanligar tíðir og tað krevur óvanlig tiltøk, sigur stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi

– Vit hava fyrireikað okkum væl, og vit eru til reiðar.

Tað sigur Hans Pauli Henryson, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Eisini har hava tey brynjað seg til bardagan ímóti korona-smittuni og har eru til reiðar at taka tær avbjóðingar, tey fáa.

Vit hava kannað fólk fyri korona alla tíðina og tað er gjørt í samstarvi við kommunulæknarnar, sjúkrahúslæknarnar, og rannsóknarstovuna á sjúkrahúsinum.

– Tey, sum halda, at tey eiga at verð kannað, seta seg í sambandi við kommunulæknan ella læknavaktina, sum síðani spyr tey nakrar spurningar. Heldur læknin, at tey eiga at verða kannað, fáa tey eina tíð at møta upp á sjúkrahúsinum.

Men Hans Pauli Henryson leggur dent á, at tey skulu ikki inn á sjúkrahúsið, men bíða uttan fyri, kanska í bili, tí starvsfólk koma út um at taka royndina.

– Samstundis hava vit eitt gott samstarv við Strandferðsluna, so hóast talið á ferðafólkið er munandi avmarkað, hevur Strandferðslan tryggjað okkum, at vit alla tíðina sleppa aftur og fram við sjúklingum. Og Strandferðslan hevur eisini tryggjað okkum, at heilsustarvsfólk í arbeiðsørindum til og frá sjúkrahúsinum, sleppa altíð aftur og fram við Smyrli.

Inni á sjúkrahúsinum eru so fá fólk til arbeiðis, sum tilber fyri at verja tey fyri smittu og fyri at tryggja, at vit altíð hava fólk til taks, skuldi onkur fingið smittuna.

Men tey, sum ikki eru til arbeiðis, eru til taks, og eru til reiðar at møta uppm nær sum helst, tað er neyðugt – og tey, sum kunnu arbeiða heima, gera tað.

Samstundis er sjúkrahúsið býtt sundir í deildir, so at tey starvsfólk, sum eru til arbeiðis, ikki ganga ímillum deildir, og tey eta og drekka ikki kaffi saman.

– Allar viðgerðir, sum ikki eru bráðneyðugar, eru útsettar, men hevur nakar brúk fyri bráðneyðugari viðgerð, fáa tey tað, sigur stjórin.

– Vit eru eisini í teirri støðu, at fleiri sjálvboðin í næstan øllum fakbólkum, hava boðið frá, at tey eru til taks at hjálpa til, verður tað neyðugt. Talan er um fólk úr allari oynni og talan er um pensjónerað starvsfólk, lesandi, og onnur, sigur Hans Pauli Henryson.

Hann sigur, at skuldi onkur suðuroyingar verðið so ringur av korona, at tey skulu leggjast inn á sjúkrahús, verða tey flutt á Landssjúkrahúsið, tí tað er ikki meiningin, at Suðuroyar Sjúkrahús skal hava koronasjúklingar innlagdar.

Verður tað hinvegin neyðugt hjá hinum sjúkrahúsunu, at flyta aðrar sjúklingar, ella korona-sjúkligar, av sjúkrahúsinum fyri at fáa meiri pláss, er Suðuroyar Sjúkrahús eisini til reiðar at taka ímóti teimum, leggur stjórin afturat.

Sum stjóri kann er ikki annað enn takka starvsfólkum fyri, hvussu samstarvssinnað tey eru og, hvussu nógv tey leggja fyri, fyri at fáa alt at glíða hesum døgum, nú vit eru í eini heilt óvanligari støðu, sigur Hans Pauli Henryson.