- Vit eru klárir til dystin

- Bæði vit og Aserbaijan byrja við einum nýggjum liði, so vit eru spentir upp á uppgávuna, sigur Bill McLeod Jacobsen, venjari hjá U21-landsliðnum, sum spælir ímóti Aserbaijan klokkan 17 á Svangaskarði.

Um ein tíman, klokkan 17, fer U21-landsliðið í fótbólti á vøllin í sínum fyrsta dysti í nýggju EM-undankappingini, og skulu Føroyar spæla ímóti Aserbaijan.

 

Ókeypis atgongd er til dystin, sum er á Svangaskarði, og upp á tann mátan vónar Fótbóltssambandið, at tað verða mong, ið vilja koma at hyggja at dystinum og stuðla U21-landsliðnum.

 

Liðið, sum fer á vøllin um tveir tímar, sær soleiðis út, at málverji er Elias Rasmussen, verjuspælarar eru Leivur Joensen, Poul Nolsøe Mikkelsen, Andrias H. Eriksen og Benjamin Heinesen, á miðvøllinum spæla Jóannes Bjartalíð, Jonas G. Hansen, Haraldur Reinert Højgaard og Patrik Johannesen, hangandi áleypari er Hákun Edmundsson og fremsti maður í álopinum Poul Ingason.

 

Rás 2 byrjar upptaktssending longu klokkan 16.15, og so verður annars sett inn á Svangaskarð, har Tróndur Arge fer at siga frá sjálvum dystinum.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við landsliðsvenjaran, Bill McLeod Jacobsen.