John:
Hvat veitst tú um Grønland?
Eg veit rættiliga nógv um Grønland, tí eg búði sum sjey ára gamal í høvuðsstaðnum Nuuk í eini trý ár. Har var frálíkt at vera. Har búgva nógv fólk, tað er kaldari har enn her, og Nuuk er størri enn býir flest í Føroyum. Annars haldi eg ikki, at munurin er tann stóri á samfelagnum har og samfelagnum her í Føroyum. Tey ungu gera næstan alt tað sama har sum her, men ein munur er kanska, at tey ikki hava havt møguleika at svimja fyrr enn nú - tey hava júst fingið ein svimjihyl.
Hvat gleðir tú teg mest til?
Eg gleði meg sjálvandi mest til at koma aftur til Grønlands og síggja, hvussu alt sær út nú. Eisini vænti eg, tað verður spennandi at møta børnunum á barnaheiminum, ið kanska ikki hava tað eins gott og vit. Men kanska tey verða glað, tá vit koma at vitja og práta við tey.
Hvat fara tit at gera í Grønlandi?
Vit fara við helikoptara til Umanak, fara at sleta á hundasleðum, spæla golf o.s.fr.
Paula:
Hava tit havt nógv um Grønland í skúlanum?
Eg veit ikki so nógv um Grønland enn. Men veit, at tað liggur langt, langt burtur onkustaðni heilt við Amerika. Men hóast tað kanska verður strævið at flúgva handa langa túrin, ið tekur um 12 tímar, eri eg ikki bangin. Annars hava vit ikki lært so nógv um Grønland higartil í skúlanum hava hoyrt onkra søgu, nakrir grønlendingar hava verið og vitjað okkum o.t., men vit fara helst at læra meira í næstum.
Hvussu heldur tú, Grønland sær út?
Eg vænti, har er sera vakurt serliga ísurin á sjónum.
Hvat gleðir tú teg mest til?
Eg eri sera spent at síggja og at møta børnunum har. Eg vænti, tey eru sera fitt og nøkunlunda líka sum vit. Eisini verður tað spennandi at síggja, hvussu onnur fólk liva, og hvat tey gera. Um eg einaferð fái børn, ætli eg mær at fortelja teimum alt, vit fara at uppliva í Grønlandi.
Hvat hugsaði tú, tá tú av fyrstan tíð frætti, at tit skuldu til Grøndlands á námsferð?
Eg helt beinanvegin, tað var spennandi. Tá vit fingu tað at vita, var meiningin, at vit skuldu fara avstað í ár. Men av teirri orsøk, at tað kostar so nógv, mugu vit bíða enn eitt ár, so vit kunnu savna enn meira pengar. Tað er kanska eitt sindur keðiligt, at vit mugu bíða, men so kunnu vit bara gleða okkum enn meira.
Tórður:
Gleðir tú teg at fara til Grønlands?
Ja vit er øll sera, sera spent. Tað, eg eri mest spentur til, er at royna hundasleðurnar og at spæla kavakríggj í nógva kavanum. At fáa eitt tílíkt upplivilsi, sleppur ein ikki á hvørjum ári.
Hvussu heldur tú, Grønland fer at síggja út?
Har er sera nógvur kavi, ísur allastaðni á sjónum og nógvar hundasleður, ið koyra á ísinum.
Hevur tað verið strævið at savna pengar inn til ferðina?
Nei, tað haldi eg ikki. Vit hava júst havt eitt køkutombola í SMS, har vit eisini høvdu eina framsýning við grønlendskum lutum. Tað var bara skeg. Nú selja vit so lutaseðlar skava og vinn og hava vit fingið um 250 seðlar hvør. Men tað er als eingin trupulleiki at selja eg havi longu selt meira enn 100 seðlar, og vit hava ein heilan mánað eftir at selja í. Men hvat vit ætla at gera eftir hetta, veit eg ikki. Tað má Jonna, lærarinnan, finna útav. Tað kostar heilar 15.000 kr. fyri ein persón at fara longu ferðina tað er næstan meira enn ein heil løn í ein mánað. Eg meti, tað fer at kosta minst eina hálva millión fyri øll, so tað er eitt sindur ógvusligt, men eg vóni, vit fara at klára at savna so nógvan pening.
Kristina:
Hvussu heldur tú, Grønland fer at síggja út?
Eg veit ikki rættiliga, men tað sær í øllum førum sera vakurt út á myndum, filmum o.t., so eg vænti, tað fer at vera eitt rimmar upplivilsi at fara hagar.
Hvat gleðir tú teg mest til? Avgjørt at royna hundasleðurnar, tað tykist at vera rættiliga stuttligt. Men eisini gleði eg meg at læra børnini har at kenna. Tey síggja helst eitt sindur øðrvísi út enn vit hava myrkari húðarlit og eru kanska oftari í heitari klæðum, kópaskinni o.t., tí har er so kalt.
Hevur tað verið strævið at savna nóg mikið av peningi?
Til tíðir, men tað bilar einki, tí tað er avgjørt allar pengarnar vert.
Hava tit havt nógv um Grøndland í skúlanum?
Ja, vit hava havt onkrar grønlendskar gestir í flokkinum, lærdu okkum at perla við grønlendskum perlum og at seyma mappur og hárbond úr kópaskinni.