Vit eru rættiliga bangin um tey.
Tað sigur Hilda Viderø í ABC barnahjálpini í Føroyum.
Tey hava eitt barnaheim í Paynesville í Monrovia í Liberia.
Tað er júst hetta økið, sum er harðast rakt av herviligu sjúkun, Ebola.
Í dag er Hilda Viderø á fólkafundi í Runavík, har hon roynir at gera vart við støðuna, og har tey eisini savna pengar inn til hart raktu børnini í á barnaheiminum í Paynesville, og familjur teirra.
Hilda Viderø sigur, at enn eru tey sloppin undan sjúkuni, men pápi konu leiðarin á barnaheiminum, sum arbeiddi á eini starvsstovu beint við barnaheimið, og tríggjar sjúkrasystrar hevur deyðar av ebola, umframt fleiri fólk, tey kenna.
- So vit hava andlit og nøvn á sjúkuni, sigu Hilda Viderø.
Skúlarnir, har børnini ganga, er stongdur, men ABC hevur hjálpt teimum til at útvega benkur og borð, so at tað ber til at hava skúla kortini.
men umstøðurnar eru alt annað enn góðar, tí 40 børn og vaksin halda til í húsinum.
Hilda Viderø sigur, at tað sum serliga fær tey at stúra, er at ábendingar eru um, at ebola er við at broytast.
Higartil hevur tað bara smittað við beinleiðis sambandi ímillum fólk, ella við blóði, spýtti, skitnum nálum o.s.fr.
Men ábendingar eru um, at tað er við at broytast, so at smittan eisini verður loftborin.
- Hendir tað, verður talan um eina heilt nýggja og álvarsliga støðu, tí so kunnu offrini verða óteljandi, sigur Hilda Viderø.
Hilda Viderø sigur, at í eini roynd at basa smittuni, hava fólk fingið útgongubann í tríggjar dagar, men tað er eitt krav, sum er ómøguligt at eftirlíka hjá mongum, tí tey hava einki wc við hús.